Skála
Eftir ávíkavist bronsu og silvur tey bæði seinastu kappingarárini, munnu skálafólk hava vónir um tað heilt stóra til komandi kappingarár. Og tó at eingin kann veita vissu fyri einum slíkum máli, so tykist nevndin í felagnum at arbeiða miðvíst, soleiðis at hópurin kann vera klárur so tíðliga, sum tað ber til.
Tað er greitt, at Iulian Florescu ikki verður í felagnum komandi kappingarár, men fyri stuttum varð staðfest, at hinir útlendingarnir allir verða í felagnum. Og teir verða í øllum førum ikki einsamallir um hetta. Skála hevur nevnliga eisini tryggjað sær undirskriftina hjá Bjarna Jørgensen og Pætur Dam Jacobsen, sum báðir mugu sigast at hava fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í ársins útgávu av Formula-deildini. Tí hevur eisini ljóðað, at eitt nú barndómsfelagið - HB - skal hava ligið fram við eftir teimum báðum, men tað verður so av ongum í hesum umfarinum.
Eisini hevur felagið vissað sær, at Bogi Gregersen og Jónhard Frederiksberg halda fram komandi kappingarár, og alt í alt tykist formaðurin í felagnum, Hans Jákup Anderasen, at hava hampuliga góðar vónir.
- Enn eru vit so ikki komnir heilt á mál við hópinum, men tað gongur tann vegin. Og vit eru sjálvandi fegnir um, at fólkið hevur hug at halda fram her hjá okkum, staðfestir formaðurin.