Rúsevnisráðstevna í Norðurlandahúsinum

28. oktober frá kl 09.00-16.00 verður ein ráðstevna um rúsevni í Norðurlandahúsinum í Havn. Evnið verður, »hvussu fáa vit hjálpt rúsmisnýtarum best«, og tað er Blái krossur, ið stendur fyri ráðstevnuni.
Við vera fýra mans, sum allir fara at halda hvør sín fyrilestur um evni.
Ùr Grønlandi verður Lars Emil Johansen, sum kemur at greiða frá egnnum lívi við og uttan rúsdrekka. Hann fer eisini at tosa um rúsevnastøðuna í Grønlandi.
Úr Svøríki verður Thomas Lundqvist, sum dagliga arbeiðir við ungum misnýtarum. Hann fer at greiða frá, hvat gjørt verður við trupulleikani Svøríki.
Úr Føroyum verður tað Hans Pauli Strøm, sum fer at greiða frá, hvat verður gjørt frá politiskari síðu, fyri at hjálpa rúsmisnýtarum í Føroyum.
Eisini verður norðmaðurin Geir Gundersen við á ráðstevnuni. Hann er júst valdur til formann í altjóða Bláa Krossi. Hann fer at greiða frá hvussu rústrupulleikin sær út í altjóða høpi, og hvat skal gerast fyri at loysa trupulleikan í framtíðini.
Ímillum fyrilestrarnar, sum eru settir at vara ein tíma hvør, verður orðaskifti.
Luttøkugjaldið er 500 kr. fyri hvønn luttakara, íroknað mat, og seinasta freist at tekna seg er 18. oktober. Tekningarnar eru bindandi.
Til ber at tekna seg á jl@blakross.fo

-eys-