Kóboykex við nýggjari LP plátu: ”Wagon Wheels”

Electro-western bólkurin Kóboykex hátíðarheldur fyrstu LP sína, Wagon Wheels, við útgávukonsert í OY, leygarkvøldið 6. juni.

Plátan er útkom í dag 5. juni, á Mentunarnáttini. Plátan er ein samanblanding av góðum gomlum country-western líkandi løgum, og einum meiri nýggjari elektroniskum ljóði. Í samband við útgávuna, fer bólkurin at hava eina ókeypis útgávuframførslu í Tutl-handlinum á Mentunarnáttini nú fríggjakvøldið.

Leygarkvøldið 6. juni heldur Kóboykex síðani stóru útgávukonsertina í OY. Konsertin verður verður við fullari manning, har Heðin Ziska Davidsen á gittara, og Harald Fonsdal Johanesen á trummum. Og hvør veit, kanska víðagitna gulldaman Jessie (Sanna Bæk Hoydal) eisini verður at síggja?

Kóboykex er mannað av Sigmundi Zachariassen og Heiðriki á Heygum. Saman eru teir Kóboykex, nú við Wagon Wheels.

Fríggjadagin 5. juni

Framførsla kl.17:00

Tutl-handilin, Tórshavn

Leygardagur 6. juni

Wagon Wheels útgávukonsert kl.21:00

OY Brewing, Tórshavn

Wagon Wheels verður tøkt á streymingartænastum og á LP plátu frá 5. juni.

Leinkja til plátuna: https://open.spotify.com/album/1EWdOlpNrSOQglQWCOEA5c?si=l3wZX0VRRZuPfbYLHFog8Q