Ætlanir eru um at selja sterkt øl í Gundadali, tá Føroyar og Frakland fara at spæla landsdyst á Tórsvølli.
Hóast rúsdrekkalógin ikki heimilar tí, eru ætlanir í gongd um at seta upp sølubásar, har til ber at keypa sterkt øl.
Teir, sum standa aftan fyri ætlanina siga við Sosialin, at teimum kunnugt verður slíkt øl selt víða um, tá ymisk almenn tiltøk verða hildin, hóast tað ikki er í tráð við rúsdrekkalógina. Og higartil hevur ikki verið gjørt nakað við tað frá myndugleikanna síðu.Tískil vænta teir heldur ongar trupulleikar av at hava slíka sølu í Gundadali eisini.
?Hóast lógin ikki verður hildin, má hon væl verða líka løtt at bróta hjá øllum, sigur ein teirra, sum Sosialurin hevur tosað við.
Hann roknar við, at tað kann gerast ein rímiliga góð forrætning við slíkari sølu, sigur hann.
Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerkingar frá fútanum og løgregluni til tíðindini í hósdagsblaðnum um fría ølsølu á almennum tiltøkum. Eisini var ætlanin at fáa viðmerkingar til tær ætlanir, sum nú eru komnar fram um komandi ølsølu í samband við fótbóltslandsdyst í Gundadali.
Tað hevur, áðrenn blaðið fór til prentingar. Ikki borið til at fingið orð á nakran á fútaskrivstovuni ella hjá løgregluni, sum vil gera viðmerkingar til tíðindini.