Arbeiðið at bøta um gongugøtuna í høvuðsstaðnum av Vaglinum niðan í Steinatún, fer at halda fram, sigur býráðið í tíðindaskrivi.
Men lagt verður afturat, at gongugøtan fer ikki at broytast nógv.
Tað fer framvegis at bera til hjá bilum at koyra gjøgnum gongugøtuna, sum nú er løgd við brúgvasteinum, ið eru slitsterkari og halda betri enn flísarnar, sum vóru frammanundan.
Har, sum koyrt verður inn á gongugøtuna og har Sverrisgøta fer ígjøgnum hana, verður lagt eitt slættari undirlag, sum er meira gonguvinarligt og ger tað lætt at fara tvørturum í koyristóli ella við rollatori, uttan at noyðast út á óslætta koyriundirlagið.
Parkeringsbásarnir, sum eru á ovara parti í gongugøtuni ímillum Sverrisgøtu og Vaglið, verða verandi, men básarnir í niðara parti ímillum Føroya Banka og Sverrisgøtu, verða tiknir burtur.
- Í stuttum kann sigast, at gongugøtan verður í trimum. Á miðjuni er koyribreytin, løgd við brúgvasteinum, og innast ímóti vestaru bygningunum er gongubreyt, løgd við betongflísum. Ímillum koyribreytina og gongubreytina verður so ein geiri, har ljós, beinkir, ruskspannir og skelti skulu vera.
Koyribreytin í gongugøtuni er skift út, og næsta stigið verður nú at skifta undirlagið á gongubreytini og at seta upp nýggjar lampur frá Steinatúni og oman til Gamla Bókhandil.