Býararkitekturin mælti frá at ganga umsóknini á møti, tí húsini eru ov stór í mun til tær treytir, sum eru til bygging á stykkinum. Sjálvt nettonýtslustigið kann í mesta lagi verða 1,0, men eftir tekningunum, ið vóru gjørdar fyri ætlaða skrivstovubygningin, var nettonýtslustigið 1,98.
Eingin heildarætlan
Somuleiðis var tað ein trupulleiki við ætlaða bygninginum, at ásetingarnar krevja, at pláss skal verða fyri 23 parkeringsbásum, men ætlanin bert hevur pláss fyri í mesta lagi átta básum.
Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at á vári í fjør mæltu bæði býararkitekturin og tekniski stjórin til at geva byggiloyvi til bygningin, men hetta loyvi var treytað av, at ein heildarætlan var gjørd fyri alt økið við Tinghúsvegin.
Ein slík ætlan hevði møguliga skapt rúm fyri, at ætlaði skrivstovubygningurin hevði fingið byggiloyvi, men hendan heildarætlan er ikki gjørd enn.
Kanna týdningin av ferðslubroytingum
Í heildarætlanini er millum annað ætlanin at gera eina miðbýarlund frá Vaglinum til Bøkjarabrekku at minka munandi um ferðsluna á hesum vegastrekki.
Í hesum sambandi hevur byggi- og býarskipanarnevndin biðið um at fáa gjørt eina kanning av, hvat henda broyting av ferðslumøguleikunum á Tinghúsvegnum fór at merkja fyri ferðsluna í miðbýnum sum heild, men úrslitið av hesi kanning er ikki klárt enn, greiðir Jógvan Arge frá.