triðju ferð, at GameJam verður hildið í Føroyum. Fyrr hevur GameJam í Føroyum verið eitt sjálvstøðugt tiltak. Hesuferð verður tað hildið saman við Global Game Jam í døgunum 23. til 25. januar 2015. FT GameJam [...] teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tað gongur í stuttum út upp á, at bólkar skulu gera eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar [...] tímar. Global Game Jam er eitt stórt tiltak. Seinast vóru 23.198 luttakarar í 488 støðum og í 72 londum kring heimin. Tá vórðu fleiri enn 4000 telduspøl gjørd upp á eitt vikuskifti.
kom til Reykjavíkar. Tað sigur stjórin í Føroyska-Íslendska handilskamarinum, Kristín S. Hjálmtýsdóttir, í skrivi. Tað er greitt, at hesin atburður sáar iva í Føroyum, um at Ísland hevur verið við av heilum [...] støði, eins og fyritøkur í báðum londunum. Áðrenn størri skaði, enn longu er vorðin, stendst av hesum, heitir Føroyska-íslendska handilskamarið á stjórnirnar í Íslandi og í Føroyum um at taka neyðug stig [...] samstarvi skal verða týðiligari, mugu stjórnirnar beina burtur allar tær forðingar, ið sáa iva um sannføri í sjálvsøgdum og væleydnaðum samstarvi.
verið gestagranskari í nógv ár, skrivar Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í tíðindaskrivi. Deildin hevur síðan 2003 hevur fingið stórar peningajáttanir frá almennum grunnum í USA. Serliga frá National [...] hálvthundrað milliónum krónum. Nú í vár hevur National Institute of Health aftur játtað útvið 5 milliónir krónur til at kanna immunskipanina hjá nýføddum børnum í Føroyum. Verkætlanin er mett at vara fýra [...] fýra ár. Sendikvinnan sá møguleikar í, at vit í Føroyum kunnu skapa virksemi á øðrum økjum enn okkara fiskivinnu, til dømis tøkniligt íverksetaravirksemi, skrivar Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Íslandsrygginum, kemur inn at landa mánadagin. Eitt fiskar í íslendskum sjógvi, men kemur neyvan inn at landa í næstu viku. - Restin av línuskipunum fiska í føroyskum sjógvi. Tey fáa mest at toski og hýsu og so [...] línuskipunum, sum fiska undir Føroyum, inn at landa mánadagin, og so kemur okkurt skip kanska seinni í vikuni. - Av frystilínuskipunum eru fýra til fiskiskap undir Føroyum, og eitt skip liggur, verður lagt [...] Í løtuni eru flestu línuskip til fiskiskap, men flestu skip eru nýliga byrjaði túr. Tískil koma heldur ikki øll inn at landa í vikuni sum kemur. Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt línuskip
nøkur teirra verið í Mykinesi. Skeiðið í føroyskum máli og bókmentum er skipað at tann hátt, at tað er í Føroyum tvey fylgjandi ár, og so er tað í Grønlandi tað næsta, og so aftur í Føroyum o.s.fr. Skeiðið [...] Talan er eisini um útlendskar studentar, sum lesa í Norðurlondum. Hesir studentar eru úr Baltalondum, Póllandi og Týsklandi. Umframt dagliga undirvísing í føroyskum máli og bókmentum hava tað verið fyrilestrar
hann upp í eystan. Stundum avfall og hitin millum 3 og 7 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 1005 hPa. yvir Grønlandsfjørðinum fer í landnyrðing og brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum mikudagin. Í dag: Eitt [...] Eitt lágtrýst, 974 hPa, við Hvarvið stendur mestsum í stað og brúgvalagið haðani kemur móti Føroyum og hevur nógvan vind við sær. [...] Veðrið í dag: Lot til andøvsgul av landsynningi, um kvøldið veksur hann vindin til hvassan vind. Fyrrapartin turt, men seinnapartin regn ella vátakavi eitt skifti. Hitin millum frostmarkið og 3 stig. Veðrið
leikti saman. Í kvøld klokkan 20 sýna norskir og føroyskir læraranæmingar leikin Penny Lane, ið er bygdur yvir løg hjá The Beatles. Talan er um tónleikasamstarv millum skúlarnar í Noreg og í Føroyum. Føroysku [...] eisini áður verið við til at sett sangleikir upp í Føroyum. Men í kvøld eru tað The Beatles og Penny Lane, ið standa ovast á lýsingarlepanum. Framførslan verður í Læraraskúlahøllini klokan 20 og kostnaðurin [...] næmingarnir hava hvør sær arbeitt við hesum eina tíð og nú eru norsku næmingarnir úr læraraskúlanum í Elverum komnir til Føroya, og hava so vant saman við føroysku næmingunum, so endaliga úrslitið nú er
tilhoyrandi brúgvalag hvørvur. Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Kap Farvel kom í dag framvið Føroyum. Í morgin fer eitt nýtt lágtrýst at nærkast Føroyum, og sum dýpist nógv. Hetta fer framvið oyggjunum [...] regni. Eitt skifti minkar hann vindin av útsynningi, niður í 10 til 13 m/s og hann slítur í. Hitin millum 4 og 8 stig. Veðurlagi: Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Jan Mayen flytir seg norðureftir og grynnist [...] Veðri: mikudagin Skrið og stormur av útsynningi, 15 til 23 m/s, sum eitt skifti minkar niður í 8 til 13 m/s. Skiftandi skúloft við ælaveðri. Út á dagin 13 til 18 m/s av suðri, og hann dregur á luftina
eftir olju í føroyskum øki, sleppur ikki at taka lut í herðferðini móti grindadrápi. Hetta er landsstýrið púra samt um. Og tí gjørdi landsstýrið eisini á fundi týsmorgunin av, at landsstýrismaðurin í oljumálum [...] oljufelagið hevur bundið seg til at vera við í herðferðini móti grindadrápi. ? Tað stendur heilt greitt í leitiloyvunum, at oljufeløgini ikki skulu leggja seg út í føroysku mentanina. Og eg haldi ikki, at [...] um WEBA Oil & Gass, at tað ikki sleppur at stuðla Paul Watson, so leingi tað leitar eftir olju í Føroyum. Tað var Jørgen Niclassen, landsstýrismaður við ábyrgd fyri grindadrápi, sum reisti málið um ojufelagið
Veðrið í dag: Fyrrapartin andøvsgul upp í ein strúk av suðri og regn. Seinnapartin strúkur í vindi av vestri og sólglottar, men eisini ælingur. Hitin millum 11 og 14 stig. Veðrið leygardagin: Gul til stívt [...] millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1014 hPa. yvir Íslandi viknar og eitt lágtrýst, 1003 hPa. við Hvarvið fer eystureftir. Brúgvalagið haðani verður yvir Føroyum fríggjadagin. Í dag: Lágtrýstið við [...] stig. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 7 og 10 stig. Veðrið mánadagin og týsdagin: Strúkur í vindi av ymsum ættum og regn, men týsdagin