Norðurlendskt summarskeið

Í døgunum 6.-29. juni í ár er summarskeið í føroyskum máli og bókmentum á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Skeiðsluttakararnir eru norðurlendskir studentar, sum hava áhuga fyri føroyskum og norðurlandamálum og bókmentum.

Hesa ferð er luttakaratalið 25. Tey koma úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi. Talan er eisini um útlendskar studentar, sum lesa í Norðurlondum. Hesir studentar eru úr Baltalondum, Póllandi og Týsklandi. Umframt dagliga undirvísing í føroyskum máli og bókmentum hava tað verið fyrilestrar um kvæði, purismu, film, stavseting og fólkanøvn. Studentarnir gista privat.


Útferðir hava verið gjørdar til Kirkjubøar, Sandoyar og undir Vestamannabjørgini. Ein túrur verður gjørdur úti á Reyni og Tinganesi, eins og vitjað hevur verið á listasavninum. Studentarnir hava eisini havt eina rithøvundavitjan. Tey hava vitjað kring oyggjarnar, t.d. hava nøkur teirra verið í Mykinesi.


Skeiðið í føroyskum máli og bókmentum er skipað at tann hátt, at tað er í Føroyum tvey fylgjandi ár, og so er tað í Grønlandi tað næsta, og so aftur í Føroyum o.s.fr. Skeiðið verður fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum, og undirvísingin fer fram á Føroyamálsdeildini.