Veðrið í dag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi, men hann minkar vindin móti kvøldi. Skýggjað og møguliga eitt sindur av regni ella okkurt ælið av og á, serliga fyrrapartin. Hitin millum 3 og 6 stig.
Veðrið sunnudagin og mánadagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og møguliga eitt sindur av regni viðhvørt. Hitin millum 3 og 6 stig.
Veðrið týsdagin og mikudagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og norði og sólglottar, men møguliga okkurt ælið. Hitin fellur niður í 1 til 5 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst frá Eystur-Grønlandi yvir Ísland til Mið-Skandinavia fer spakuliga eystureftir. Eitt lágtrýst í landsynning úr Grønlandi grynnist, men brúgvalagið haðani til Bretsku Oyggjarnar fer spakuliga norðureftir og vil í nátt geva regn í Føroyum.
Í dag:
Eitt nýtt lágtrýst í útsynning vestan úr Írlandi fer komandi dagarnar í landnyrðing til Norska Havið.