Tað segði danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, á veg inn til Nato-toppfundin, eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, enn einaferð segði, at USA eigur at hava tamarhald á Grønlandi.
– Sjálvandi er Danmark til reiðar at verja Kongaríkið Danmark, segði Mette Frederiksen, tá hon varð spurd, um Danmark eisini er sinnað at verja Grønland hernaðarliga móti USA.
Trump segði týsdagin, at Grønland eigur at vera undir amerikonskum tamarhaldi heldur enn donskum.
– Grønland hjálpir ikki Danmark. Danmark brúkar ikki nógvar pengar upp á veruliga at hjálpa Grønlandi, men Grønland er sera týdningarmikið fyri USA, segði Trump.
Mette Frederiksen segði mikumorgunin, at hon ikki hevði tosað við Trump um Grønland undir Nato-toppfundinum.
– Eg eri tíverri ikki bilsin av útsøgnunum hjá Donald Trump. Eg havi frá byrjan sagt, at hann meinar tað í álvara, og tað gera vit eisini, segði hon.
Hon staðfesti samstundis, at støðan hjá Danmark og Grønlandi er óbroytt.
– Vit fara ikki at broyta donsku og grønlendsku støðuna. Grønlendingar hava greitt sagt, at teir ikki ynskja at vera partur av USA, segði Mette Frederiksen.











