Flestu línuskip eru til fiskiskap

- Streymurin verður góður, og veðrið verður gott tað mesta av tíðini.

- Fimm línuskip fiska í íslendskum sjógvi. Trý eru á ísfiskaveiði, og tvey frysta fiskin umborð. Væntandi er, at tvey línuskip koma heim at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at línuskipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, fáa eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Eisini hava tey nakað av steinbítið og kongafiski.

 

Fleiri línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, men væntandi landa bara tvey av hesum skipum í vikuni sum kemur. Skipini undir Føroyum hava eina blanding av toski, blálongu og svartkalva.

 

- Streymurin verður góður, og veðrið verður eisini gott tað mesta av tíðini. Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri. Annars er hetta ikki góð tíð til fiskiskap undir Føroyum, verður lagt aftrat.