Veðri: mikudagin
Skrið og stormur av útsynningi, 15 til 23 m/s, sum eitt skifti minkar niður í 8 til 13 m/s. Skiftandi skúloft við ælaveðri. Út á dagin 13 til 18 m/s av suðri, og hann dregur á luftina. Hitin um 5 stig.
Veðri: hósdagin og fríggjadagin
Skrið og stormur av suðri, 15 til 23 m/s. og yvirskýggja: við regni. Eitt skifti minkar hann vindin av útsynningi, niður í 10 til 13 m/s og hann slítur í. Hitin millum 4 og 8 stig.
Veðurlagi:
Eitt lágtrýst í ein útnyrðing úr Jan Mayen flytir seg norðureftir og grynnist, og eitt tilhoyrandi brúgvalag hvørvur. Eitt lágtrýst í ein landsynning úr Kap Farvel kom í dag framvið Føroyum. Í morgin fer eitt nýtt lágtrýst at nærkast Føroyum, og sum dýpist nógv. Hetta fer framvið oyggjunum mikunáttina. Væntandi koma onnur lágtrýst eisini yvir oyggjar okkara.