The Beatles koma enn fram við jøvnum millumbilum, hóast vit nú standa á trappuni til næsta ártúsund, og tað eru eini 30 ár síðani, at bólkurin leikti saman.
Í kvøld klokkan 20 sýna norskir og føroyskir læraranæmingar leikin Penny Lane, ið er bygdur yvir løg hjá The Beatles.
Talan er um tónleikasamstarv millum skúlarnar í Noreg og í Føroyum. Føroysku og norsku næmingarnir hava hvør sær arbeitt við hesum eina tíð og nú eru norsku næmingarnir úr læraraskúlanum í Elverum komnir til Føroya, og hava so vant saman við føroysku næmingunum, so endaliga úrslitið nú er klárt at framføra á palli.
Næmingar úr Elverum hava eisini áður verið við til at sett sangleikir upp í Føroyum.
Men í kvøld eru tað The Beatles og Penny Lane, ið standa ovast á lýsingarlepanum. Framførslan verður í Læraraskúlahøllini klokan 20 og kostnaðurin fyri hvønn er 50 krónur.