Komandi vikuskifti skipa Íverksetarahúsið og Føroya Tele fyri GameJam, har fólk fáa møguleika gera sítt egna telduspæl frá grundini.
Hetta verður triðju ferð, at GameJam verður hildið í Føroyum. Fyrr hevur GameJam í Føroyum verið eitt sjálvstøðugt tiltak. Hesuferð verður tað hildið saman við Global Game Jam í døgunum 23. til 25. januar 2015. FT GameJam er viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri at gera telduspøl.
Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl. Forritarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Tað gongur í stuttum út upp á, at bólkar skulu gera eitt telduspæl frá grundini innanfyri 48 tímar.
Global Game Jam er eitt stórt tiltak. Seinast vóru 23.198 luttakarar í 488 støðum og í 72 londum kring heimin. Tá vórðu fleiri enn 4000 telduspøl gjørd upp á eitt vikuskifti.