Amerikanska sendikvinnan vitjaði á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, vitjar í dag ymsastaðni kring landið. Hon vitjaði millum annað Deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í morgun

Pál Weihe og Maria Skaalum Petersen greiddu frá virkseminum á deildini og serliga frá góða samstarvinum við amerikanskar starvsfelagar á nógvum amerikonskum universitetum og serliga Harvard School of Public Health, har Pál Weihe hevur verið gestagranskari í nógv ár, skrivar Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu í tíðindaskrivi. 

Deildin hevur síðan 2003 hevur fingið stórar peningajáttanir frá almennum grunnum í USA. Serliga frá National Instutute of Health, men eisini frá Environmental Protection Agency og National Science Foundation, sum tilsamans hava stuðlað granskingini á deildini við meira enn hálvthundrað milliónum krónum. 

Nú í vár hevur National Institute of Health aftur játtað útvið 5 milliónir krónur til at kanna immunskipanina hjá nýføddum børnum í Føroyum. Verkætlanin er mett at vara fýra ár.

Sendikvinnan sá møguleikar í, at vit í Føroyum kunnu skapa virksemi á øðrum økjum enn okkara fiskivinnu, til dømis tøkniligt íverksetaravirksemi, skrivar Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.