Oljumálastýrið átalar oljufelag

Eyðun Elltør, landsstýrismaður við oljumálum, fer í næstum at senda oljufelagnum WEBA Oil & Gas skriv, har hann átalar, at oljufelagið tekur lut í herðferðini móti grindadrápi

 

Eitt oljufelag, ið er við til at leita eftir olju í føroyskum øki, sleppur ikki at taka lut í herðferðini móti grindadrápi.

 

Hetta er landsstýrið púra samt um. Og tí gjørdi landsstýrið eisini á fundi týsmorgunin av, at landsstýrismaðurin í oljumálum skal gera greitt fyri oljufelagnum WEBA Oil & Gass, at tað ikki sleppur at stuðla Paul Watson, so leingi tað leitar eftir olju í Føroyum.

 

Tað var Jørgen Niclassen, landsstýrismaður við ábyrgd fyri grindadrápi, sum reisti málið um ojufelagið og grindadráp á landsstýrisfundi, eftir at Fregnir fríggjadagin avdúkaðu, at oljufelagið hevur bundið seg til at vera við í herðferðini móti grindadrápi.

 

? Tað stendur heilt greitt í leitiloyvunum, at oljufeløgini ikki skulu leggja seg út í føroysku mentanina. Og eg haldi ikki, at vit skulu lata tað fara aftur við borðinum, at eitt oljufelag samstarvar móti føroyingum við Paul Watson, sum er burturvístur úr Føroyum sum brotsmaður, sigur Jørgen Niclassen.