Fyri at bøta um ferðslutrygdina hjá skúlabørnunum hevur Sjóvar kommuna sett í verk eina sonevnda "kyss og koyr" skipan við skúlan.
- Strandatún er einsrættað millum klokkan 07.30 og 08.30, so allir bilar koyra sama veg, og harvið slepst undan, at proppur kemur í.
Í Sjóvar kommunu vísa tey á, at fólk hjá kommununi við borgarstjóranum, Hans Anders Jacobsen, á odda hava verið og stýrt ferðsluni við skúlan.
##med2##
- Skipanin vísir seg at rigga væl, og allar flestu foreldur halda, at hetta er eitt gott átak.
Sagt verður, at onkur hevur físt eitt sindur, treyðugt so, men væntandi verða øll glað fyri skipanina sum frá líður.
- Í øllum førum slepst nú undan at leita eftir einum staði at sleppa børnunum úr bilinum, og børnini hava ein tryggari farveg í skúla, verður lagt aftrat.
##med3##











