Finst at íslendska atburðinum

Føroyska-íslendska handilskamarið harmast um illa umhugsaða atburðin hjá íslendsku stjórnini, tá føroyska skipið, Næraberg kom til Reykjavíkar.

Føroyska-íslendska handilskamarið harmast um illa umhugsaða atburðin hjá íslendsku stjórnini, tá føroyska skipið, Næraberg kom til Reykjavíkar.

 

Tað sigur stjórin í Føroyska-Íslendska handilskamarinum, Kristín S. Hjálmtýsdóttir, í skrivi.

 

Tað er greitt, at hesin atburður sáar iva í Føroyum, um at Ísland hevur verið við av heilum huga viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum, sum skal tryggja, at íslendingar og føroyingar eru á jøvnum støði, eins og fyritøkur í báðum londunum.

 

Áðrenn størri skaði, enn longu er vorðin, stendst av hesum, heitir Føroyska-íslendska handilskamarið á stjórnirnar í Íslandi og í Føroyum um at taka neyðug stig til tess at tryggja, at slíkt ikki aftur skal henda.

 

Føroyska-íslendska handilskamarið mælir til at styrkja enn meira samstarv Íslands og Føroya á øllum økjum, og fyri at úrslitið av hesum samstarvi skal verða týðiligari, mugu stjórnirnar beina burtur allar tær forðingar, ið sáa iva um sannføri í sjálvsøgdum og væleydnaðum samstarvi.