tó at vinnan kortini hevur alstóran týdning. Skulu vit tí fáa eina hóming av, hvussu stóra ávirkan ein veldug oljuvinna kann fáa á eitt lutvíst lítið fólk, tess mentan og umhvørvi - uppá gott og ilt - [...] og kann hetta eisini gerast byrjanin til eina nýggja vinnu í Alaska. Longu nú verður eisini roynt at fáa sáttmálar í eitt nú Ruslandi. Talan er um at hava útbúnar handverkarar, her serstakliga sveisarar [...] fremmant fyri okkum føroyingar og er tað eisini. Men tá hugsað verður um, at her bert búgva 600.000 fólk, og oljuvinnan eftir stuttari tíð er vorðin altavgerandi vinnugreinin, so er tað ikki so burturvið
hjá 3'aranum at hava ein fløgu beinan vegin, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at selja hana. Haraftrat er tað so, at ungdómurin her á landi nú á døgum hevur ein nógv breiðari "musiksmag", enn hann [...] ikki óvanligt, at ungfólk koma inn og keypa eina villa rokk-fløgu og eina við klassiskum tónleiki. "Fólk hava ein ótrúliga blandaðan tónleikasmag í dag", sigur Høgni Zachariassen. "Av somu orsøk eru vit [...] sendandi fleiri ferðir um vikuna, umframt at vit bíleggja fløgur, sum vit ikki í hava í handlinum, fyri fólk," leggur hann aftrat. Hvat, ið er orsøkin til hetta, er ilt at siga, men tað er helst eingin loyna
so líðandi broytt, og nú á døgum er tað ikki heilt óvanligt, at gentur og kvinnur fáast við slíkt, sum fyrr var rópt fyri mannfólkaarbeiði. Í Sjónvarpi Føroya eru tað eini 12-13 fólk, sum fáast við tann [...] men hon sigur eisini, at tað til tíðir kann verða drúgv bíðitíð, tá ið tey til dømis eru úti og skulu gera eitt innslag um ein ella annan fund úti í landsstýrinum. Tey noyðast sum oftast at bíða til fundurin [...] fáa góðar myndir burturúr, og tá er tað eisini hugaligari at verða myndafólk. Hinvegin eru tað summi fólk, sum av einari ella aðrari orsøk ikki duga so væl framman fyri einum myndatóli, og tá kann tað verða
Og fólk í hópatali er flutt millum bygdirnar eisini komin úr øðrum oyggjum. Fólkaflytingin og felagsskúlarnir hava eins nógva skyld í, at bygdamálini tægast sundur, sum útvarpið hevur tað. At fólk nú lesa [...] fyri. Eg eri sannførdur um, at vit eisini á hesum økinum eru komin á eitt vegamót. Suðuroyggin eigur nú at miða móti at verða ein kommuna somuleiðis Sandoyggin. Eg kenni hesar oyggjarnar frægast, tí taki [...] kortini). Tað er sera týdningarmikið, at vit seta skjøtil á til nýggjan leik. At suðringar allir sum ein nú fara at tosa um, hvat gagnar Suðuroynni og ikki bara stara seg blindar uppá heimakommununa. Hetta er
er tað so umráðandi at geva kvinnum eitt val. Vilja tær vera heima, skulu tær hava møguleika fyri tí, og vilja tær arbeiða úti skulu tær eisini hava loyvi til tað. Hvør familja skal sleppa at raðfesta [...] teimum flestu, ið tóku lut á ráðstevnuni. - Eg havi einki ímóti javnstøðu, men kvinnur og menn eru nú einaferð skapt ólík, og tí er tað natúrligt, at áhugamálini eisini eru ólík. Kvinnur mugu tí gera upp [...] kvinnur ynskja eina karrieru. Tað ber bara ikki til at leggja skyldurnar yvir á samfelagið og siga, at nú má tað klára uppgávuna hjá mær, so eg kann røkja míni áhugamál. Mínar royndir eru, at tað ber illa
Støðan á politiska vígvøllinum harðnar í hvørjum, og nú tykist tað eins og samgonguflokkarnir ikki eru so samdir um fullveldisuppskotið, sum Landsstýrið annars vil vera við. Tá tosað verður um teir hóvligu [...] slapp hann ikki upp í part í Tinganesi. Kortini tykist Jenis av Rana at hava ein leiklut í tí, sum nú fer fram. Teir hóvligu í Tinganesi Teir hóvligu í Tinganesi vilja tað sama sum vit, og tí er tað [...] viðgerð í nevndini, sigur Jenis av Rana. Tað er júst tað, sum Jóannes Eidesgaard hevur ávarað ímóti. Eitt nú segði hann í Sosialinum týsdagin, at um meirlutin fyri ríkisrættarligu broytingunum ikki var nóg stórur
ikki í, at har høvdu komið eini 400 fólk, sigur hann. Á hesi veitsluni er so eisini ætlanin, at ymsir spælarar og venjarar skulu heiðrast. Spælarar og venjarar skulu kjósa ársins málverja, ársins verjuspælara [...] stóðu seg væl. Sostatt hava feløgini bert havt landskappingina og steypakappingina at hugsa um, men nú fáa feløgini í Havn so okkurt meir at kappast um. Í dag byrjar ein sonevnd »havnarkapping«, har tey [...] eina stóra framgongd í fjør, og áskoðararnir, sum hava hildið seg burtur seinastu árini, komu aftur. Nú royna vit at ríða á hesum aldukambinum við at skipa fyri eini tílíkari kapping millum hondbóltsliðini
fram til at samfelagskreppan steðgaði hesum. Fótbóltslandsliðið fer mikudagin til Litavia, har teir skulu spæla annan leygardag, men tá vera umframt teir átjan spælararnar, venjara og hjálparvenjara, onnur [...] brúka umborð á skipinum og í flogfarinum, og meðan tey eru í Aberdeen. Men rokna vit við, at túsund fólk fara avstað, so er tað neyvan langt við síðuna av, um vit siga, at samlaða nýtslan hjá øllum teimum [...] ar Tað er ikki ilt at ímynda sær, at ein sovorðin fótbóltsferð uttanlands kastar nógv av sær, eitt nú til feløgini, sum standa fyri flutninginum og til gistingarhús, matstovur og annað virksemi, sum í
um Sosialinum seinastu 10 árini. Gulla Øregaard sigur, at enn hava tey bert sjálvan karmin kláran. Nú verður so farið at fylla hann út, og her verður talan um eina sera spennandi og avbjóðandi uppgávu [...] tað vórðu hesi árini, at Føroyar fóru á húsagang, og hetta sást aftur í hvørjum tí einasta heimi. Fólk fluttu av landinum, og mong eru tey, sum enn ikki eru komin heimaftur. Sorgin nívdi og nívir enn. [...] tiltakið verða sera spennandi, og hann vónar, at tað verður til nakað, men ásannar, at neyðugt er longu nú at fara út og fáa fígging. Tað er eisini hansara vón, at tað ber til at fáa fígging til eitt slíkt
Nú fíggjarlógaruppskotið er liðugt hevur fíggjarmálaráðharrin fingið eitt annað stórt mál á arbeiðsborð sítt í glasbygninginum á Argjum. Tað er eitt útkast til eina føroyska kolvetnisskattalóg. Fólk frá [...] hesum máli nú í fleiri ár. Men tað er serstakliga hetta seinasta árið, at ferð er komið á málið. Ein týðandi partur av fyrireikingini hevur verið at vitja onnur lond, sum hava slíka lóggávu, eitt nú Noreg, [...] vil ikki her og nú siga, hvar vit koma at liggja. Tað veldst um so nógv. M.a. hevur marknatrætan við Bretland eisini ávirkan á hesa avgerðina. -Eg vóni vit kunnu fáa alt hetta avgreitt nú í vetur ella í