Ikki hoyri eg eitt øvugt orð um hesa gongd. Og sjálvandi er Kollafjørður eins nógv Kollafjørður og Argir enn Argir fyri.
Eg eri sannførdur um, at vit eisini á hesum økinum eru komin á eitt vegamót.
Suðuroyggin eigur nú at miða móti at verða ein kommuna somuleiðis Sandoyggin. Eg kenni hesar oyggjarnar frægast, tí taki eg tær burturúr.
Tá ið velduga kreppan var í USA, segði Roosevelt tey tiltiknu orðini; »Vit mugu geva av nýggjum« (blanda kortini).
Tað er sera týdningarmikið, at vit seta skjøtil á til nýggjan leik.
At suðringar allir sum ein nú fara at tosa um, hvat gagnar Suðuroynni og ikki bara stara seg blindar uppá heimakommununa. Hetta er ikki minni galdandi fyri Sandoynna.
»Tað sum gagnar Ford gagnar USA«. (onkur nevnir onnur virkir). Soleiðis skulu vit hugsa í hesum máli.
Vegir, berghol og havnir eru bygdar, so tað er ikki eftir at klandrast um, og vegasambandi er júst komið fyri, ikki bara at ferðast eftir, tá tú skalt burtur í bygd ella til stuttleikakoyring, men so tú kundi arbeiða, har arbeiði var og við tí arbeiði, sum hóskaði tær best.
Og fólk í hópatali er flutt millum bygdirnar eisini komin úr øðrum oyggjum. Fólkaflytingin og felagsskúlarnir hava eins nógva skyld í, at bygdamálini tægast sundur, sum útvarpið hevur tað. At fólk nú lesa so nógv meiri føroyskt, hevur sjálvandi týdning.
Men landspolitikkarar hava so verið fyri oyggjarnar. Gaman í, men aftur her hevur tosið verið, hvør ið fekk umboðið valt, Skopun ella Sandur, Tvøroyri ella Vágur.
Um nú Fámjin ella Hvalbiar kommuna (Hvalba, Sandvík og Nes) eiga nøkur oyri inni á bók ella Skálavík á Sandoynni, so mugu hesar bygdir viðganga, at tær hava havt ágóða av teirri útbygging, sum er framd á Sandi og í Skopun og á Tvøroyri og í Vági.
At lív kemur aftur í hesar oyggjar er alneyðugt ikki bara fyri tær, men allar Føroyar.
Um ikki suðringar hugsa um Suðuroynna og sandingar um Sandoynna, hvør skal so gera tað.
Bara at tosa um Havnina og gera hana til upphavi at øllum vanlukkunum eru sann armóðstekin og lættkeypt stemmufiskarí.
Í Degi og Viku hoyri eg Finn Thomsen av Tvøroyri mæla til at gera eitt fyrstudeildar lið fyri oynna. Heldur tað enn einki. Hetta er skilatos.
Eitt er vist, henda tíðin er brá, sera brá. Fyri heilt fáum árum hugsaði eg sjálvur, at kanska kundi Suðuroyggin ligið í tveimum. Vágur hevur verið miðdepulin fyri sunnari helvt og Tvøroyri ta norðaru, men tíðin er longu farin frá hesi ætlan, og sundurlyndið hevði bara vaksið.
Fólkatalið í Suðuroy og Klaksvík er næstan tað sama, hetta er umhugsunarvert, men meðan Klaksvík altíð tosar við einari rødd, eru tað minst tvær í Suðuroy, og tann fitta grøna Sandoyggin við sínum knøppum 1500 fólkum er ikki matari.
Hvussu við hesum hvussu við hasum. Jú, tað kann tað tjakast um til dómadag. Eingin veit tað við vissu. Tað verður ein nýggjur leikur við nýggjum møguleikum, og sjálvandi trupulleikum, sum vónandi eitt nýtt ættarlið vil taka brókatøk við.
Tað er í hvussu so er hugaligari og stutligari enn at tøva í sama stað, ella fara av oynni.
Steinbjørn B. Jacbsen
27.9.98