Árligi ruddingardagurin hjá Kvívíkar kommunu verður leygardagin hin 6. juni, sum er leygardagurin komandi.
- Vit fara at fríðka um í bygdunum, og vónandi fáa vit ein góðan og hugnaligan dag saman.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at leygarmorgunin klokkan 9 verður byrjað við morgunmati í Glæmuni í Kvívík, skúlanum í Leynum og við bátahylin á Válinum.
- Bygdarfólkið á Skælingi, Stykkinum og Leynum møta í skúlanum í Leynum, og eitt tjald verður sett upp við bátahylin á Válinum til morgunmatin.
Í Kvívíkar kommunu siga tey, at um middagin møtast fólk aftur til suppu, og eftir hetta verða plantupakkar útflýggjaðir til tey húski, ið hava luttikið.
##med2##
Lagt verður aftrat, at í samband við fríðkingar-og ruddingartiltakið hjá kommununi fáa øll húsarhald eisini ein posa við sniglaeituri.












