Støðan á politiska vígvøllinum harðnar í hvørjum, og nú tykist tað eins og samgonguflokkarnir ikki eru so samdir um fullveldisuppskotið, sum Landsstýrið annars vil vera við.
Tá tosað verður um teir hóvligu og teir víðgongdu í Tinganesi, kundi hugsandi verið skilagott, um málið fekk breiðari viðgerð enn tað, sum partar av Landsstýrinum vilja ganga við til.
Hóast Jenis av Rana valdi Anfinn Kallsberg, løgmann til samráðingarleiðara aftaná valið, slapp hann ikki upp í part í Tinganesi.
Kortini tykist Jenis av Rana at hava ein leiklut í tí, sum nú fer fram.
Teir hóvligu
í Tinganesi
Teir hóvligu í Tinganesi vilja tað sama sum vit, og tí er tað umráðandi at fullveldisuppskotið verður viðgjørt, sigur Jenis av Rana, sum annars leggur dent á, at málið um at fáa formannin í uttanlandsnevndni frá, er sjálvstøðugt mál, sum einki hevur við samgonguna at gera.
Tá uttanlandsnevndin eftir valið varð vald, fór Jenis av Rana í valbólk við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, og Jóannes Eidesgaard gjørdist formaður í nevndini.
Grundgevingarnar hjá Jenis av Rana, fyri at bróta hesa avtalu er, at hann er ónøgdur við arbeiðið hjá formanninum í uttanlandsnevndini.
Jóannes politiserar
Við Sosialin sigur tingmaðurin í Miðflokkinum, at formaðurin hevur ikki gjørt sítt arbeiði til lítar.
Hann politiserar, og tað styrkir bert teir víðgongdu í føroyskum politikki.
Við at blanda uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stjórnskipanarnevnd upp í uppskotið hjá Landsstýrinum, skapti Jóannes Eidesgaard tveir vígvøllar, sum forða fyri at uppskotið um fullveldi fekk viðgerð í nevndini, sigur Jenis av Rana.
Tað er júst tað, sum Jóannes Eidesgaard hevur ávarað ímóti. Eitt nú segði hann í Sosialinum týsdagin, at um meirlutin fyri ríkisrættarligu broytingunum ikki var nóg stórur, vildi tað føra til politisering - bæði politiskt og í fólkinum.
Jóannes Eidesgaard sigur í dag við Sosialin, at alt tosið um fullveldi hevur ført til, at rákið í føroyskum politikki er farið heilt av leið.
Hann hevur í seinastuni dagliga verið fyri álopum á gøtuni og er niðurringdur í telefonini har fólk spyrja, hvat hann billar sær inn, ikki at vilja ganga inn fyri fullveldinum. Slíkt hevur ikki komið fyri áður, hóast nógvar rembingar hava verið í politiska lívinum, síðan hann kom upp í politikk.
Metár og kortini
Vit hava havt fleiri fundir við Landsstýrið, har vit hava víst á ymisk mál viðvíkjandi uppskotinum, men Landsstýrið starir seg blindan í orðinum fullveldi, sum vit ikki vilja ella kunnu taka undir við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Fíggjarlógaruppskotið varð júst lagt fram, tá vit tosaðu við formannin í Javnaðarflokkinum í gjár, og hann vísir á, at hóast vit hava havt metár í fiskiskapi og í prísum, so er yvirskotið á fíggjarlógini bert 100 mió. krónur.
Taka vit blokkin burturúr samlaðu fíggjarlógini fyri 1999, so er undirskotið 800 mió. krónur.
Samstundis hava vit fingið at vita frá danska for- sætisráðharranum, at um fullveldi verður úrslitið í Føroyum, so skulu vit ikki vænta okkum fíggjarligan stuðul úr Danmark, sigur Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at tað er burturvið at tosa um so ógvusligar broytingar í ríkisfelagskapinum, tá fíggjarligu umstøðurnar eru so ótryggar, at tað gongur út yvir vælferðina.
Sønguligur mønguleiki at fremja broytingar
So mikið meira óhugnalig er støðan, tá vit annars í tinginum fyri fyrstu ferð í semju kunnu tosa um at broyta hesi viðurskifti.
Tað er søguligt, at allir flokkar í tinginum vilja broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum, og vit kundu rokkið skilagóðum loysnum, um Landsstýrið ikki tráhelt um hetta uppskotið, sigur Jóannes Eidesgaard.