Tey tilnevndu eru Búi Dam, leikstjóri, og Jón Hammer, Durita Sumberg og Mark Steele sum eru framleiðarar.
Filmurin snýr seg um tá leikurin Lear kongur eftir William Shakespeare bleiv pallsettur. Tað var mamma Búa, Birita Mohr sum spældi høvuðsleiklutin. Birita er álvarsliga sjúk av alzheimers
Meðan Búð Dam leikstjórnar bæði leikin Lear kongur og heimildarfilmin, stríðist hann við at etiskar tvístøður og hvussu hann skal rættvísgera verkætlanina. Men Birita hevur eina lívsgleði, og tað ávirkar øll sum eru við í verkætlanini.











