U19-landsliðsleikarin, bert 17 ára gamla, Sara Benjaminsen hevur nú skotið fyrsta málið hjá sær í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Tá Sara ígjár kom á vøllin aftaná steðgin var støðan 6-0 til heimaliðið FC Nordssjælland í dystinum móti FC Keypmannahavn.
Í 64. minutti økti Sara til 8-0, tá hon fekk eina góða sending inn í brotsteigin, og hon sendi bóltin hegnisliga í netið. Talan var um tað bretar nevna ein: "First timer". Sera væl avgreitt mál.
HER ber til at síggja dygdargóðar upptøkur av øllum málunum frá 9-1 (6-0) stórsigrinum hjá FC Nordssjællandi. Debutmálið hjá Saru sæst við 3:31 minuttir:
##med2##











