Kolvetnisskatt fyri tingið í ár

Gongst sum ætlað verður uppskot til kolvetnisskattalóg helst lagt fyri tingið í vetur

Nú fíggjarlógaruppskotið er liðugt hevur fíggjarmálaráðharrin fingið eitt annað stórt mál á arbeiðsborð sítt í glasbygninginum á Argjum. Tað er eitt útkast til eina føroyska kolvetnisskattalóg. Fólk frá skattamyndugleikunum, oljufyrisitingini, Oljuráðleggingarnevndini og fíggjarmálastýrinum hava arbeitt við hesum máli nú í fleiri ár. Men tað er serstakliga hetta seinasta árið, at ferð er komið á málið.

Ein týðandi partur av fyrireikingini hevur verið at vitja onnur lond, sum hava slíka lóggávu, eitt nú Noreg, Danmark og Bretland fyri bert at nevna nøkur.

Útkastið, sum nú er liðugt, fevnir fyrst og fremst um tann vanliga partin tvs. partafelagsskatt ol. Enn er ikki støða tikin til serstakan skatt av ymsum slag - og í hvønn mun slíkur skattur fer at verða brúktur.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri hevði herfyri fund við bólkin, sum arbeiðir við kolvetnisskattalógini og er hann væl nøgdur við tað arbeiði, sum er gjørt higartil.

Hann dylur ikki fyri, at her er talan um eina fyri Føroyar sera týdningarmikla lóggávu, tí hon skal tryggja okkum okkara rímuliga part av inntøkunum frá eini komandi oljuvinnu samtíðis sum hon skal gera tað áhugavert fyri oljufeløgini at arbeiða her. Kynstrið er at fáa hesi bæði at ganga upp.

Hvat viðvíkur møguligum serskattum, so er tað nakað, sum tingið skal taka støðu til. Í hesum sambandi verður sjálvandi eisini hugt eftir, hvussu aðrir hava borið seg at, men fíggjarmálaráðharrin vil ikki her og nú siga, hvar vit koma at liggja. Tað veldst um so nógv. M.a. hevur marknatrætan við Bretland eisini ávirkan á hesa avgerðina.

-Eg vóni vit kunnu fáa alt hetta avgreitt nú í vetur ella í seinasta lagi í vár. Karsten Hansen sigur, at tað eisini er ein spurningur, hvussu vit frægast stýra øllum útviklinginum, og her eru nógvir spurningar at taka støðu til, ikki minst tá talan er um skatting.

Hann sigur, at oljufeløgini skjótt mugu fáa at vita, hvat tey eru upp í móti, tá talan er um skattalóggávu ol. Uppá fyrispurning um ikki lágu oljuprísirnir gera tað trupult hjá okkum at seta hørð krøv sigur fíggjarmálaráðharrin, at hetta nýtist ikki at vera so. Kanska júst tann lági oljuprísurin gevur eina nógv meiri realistiska mynd av vinnuni sum heild.

Karsten Hansen var herfyri á fundi saman við teimum norðurlendsku fíggjarmálaráðharrunum, og tá tosaði hann m.a. við norska starvsbróðurin, sum helt fyri, at føroyingar eiga at vera sera varnir, tá talan er um at fara í gongd við eina oljuvinnu. Tað ber t.d. ikki uttan víðari til at samanbera við eitt nú norsk viðurskifti, tí vinnan har longu hevur hava tíð til at festa rót.

-Vit mugu undir øllum umstøðum vita, hvat tað er vit gera sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum millum tilfarið á borðið sínum eisini hevur áhugaverdar upplýsingar um, hvussu aðrir eitt nú myndugleikarnir í Alaska spara upp pengar, tá oljuvinnan byrjar at geva nakað av sær. -Í Alaska festi eg meg serstakliga í tann permanenta grunnin, sum stórur partur av oljupengunum endar í. Tað er nakað vit skulu hyggja at í framtíðini.