Í telefonbókini skrivar hon seg húsmóður, men stórur partur av gerandisdegnum fer til politiskt arbeiði. Hon er ikki so braneggjað, at hon tittulerar seg við starvsheitinum "løgtingskvinna", tí sum hon sigur, tað starvið kann verða niðurlagt í morgin sum ein annan dag.
Og húsmóður er tað starvið hon setir størstu æruna í. Rúna Sivertsen, løgtingskvinna umboðandi Fólkaflokkin í Norðoyggjum, smæðist ikki fyri at siga sínar hugsanir um mál, sum viðvíkja báðum kynunum, hugsanir, ið mangan ganga á tvørs við hugsanir hjá ungum kvinnum í dag.
Í seinastu útgávuni av Dagblaðnum hevur hon nakrar tankar um javnstøðu, ið eru sprotnir av kjakinum á Norðurlendsku Ráðstevnuni, sum var í Norðurlandahúsinum næst seinasta vikuskiftið við heitinum Smátjóðir, kyn og visjónir. Og hesir tankarnir sampakka ikki við hugsanirnar hjá teimum flestu, ið tóku lut á ráðstevnuni.
- Eg havi einki ímóti javnstøðu, men kvinnur og menn eru nú einaferð skapt ólík, og tí er tað natúrligt, at áhugamálini eisini eru ólík. Kvinnur mugu tí gera upp við seg sjálvar, antin tær ynskja karrieru ella børn, og síðani innrætta seg eftir teirri avgerð. Samstundis sigur hon, at flestu av teimum, ið hava gjørt vart við seg í kvinnurørsluni síggja málið við svørt-hvítum eygum.
Um ikki júst hetta úttalilsið, at konufólk mugu gera upp við seg sjálv, antin tær vilja hava karrieru ella børn, er dømi um svart-hvítan hugsunarhátt, sigur Rúna Sivertsen.
- Ynskir tú at koma heilt upp í toppin í eini karrieru og samstundis hava børn, ber tað øgiliga illa til. Tá verður tú noydd at gera upp við teg sjálva, hvat tú vilt.
Sjálv ert tú politikari og eigur 4 vaksin og hálvvaksin børn umframt ein eftirnølara. Er úttalilsið hjá tær ikki at blása meðan tú hevur mjøl í munninum?
- Tað er einki løgið í, at kvinnur ynskja eina karrieru. Tað ber bara ikki til at leggja skyldurnar yvir á samfelagið og siga, at nú má tað klára uppgávuna hjá mær, so eg kann røkja míni áhugamál. Mínar royndir eru, at tað ber illa til at hava børn og vera so nógv heimanifrá. Bindingarnar mamman hevur at barninum og øvugt eru so sterkar, at tað ger tað ógvuliga trupult, sigur Rúna Sivertsen.
Frítt val
Javnstøðuhugsjónin er ikki at gera kynini líka, men at javna ójavnan sum er millum kynini?
- Tað er rætt, og tí er tað so umráðandi at geva kvinnum eitt val. Vilja tær vera heima, skulu tær hava møguleika fyri tí, og vilja tær arbeiða úti skulu tær eisini hava loyvi til tað. Hvør familja skal sleppa at raðfesta sum hon vil. Pápin tekur í nógv størri mun lut í familjulívinum í dag og tað er ógvuliga positivt. At eg leggi so stóran dent á mammuna og barnið er av teirri grund, at tey natúrliga eru nógv sterkari bundin hvør at øðrum enn pápin og barnið. Eg taki einki frá pápunum, men mamman hevur nógv truplari við at ríva seg leysan frá barninum. Og tað er mín greiða sannføring. Samfelagið eigur at síggja til, at kvinnan hevur møguleika at vera heima.
Rúna Sivertsen leggur áherðslu á, at tað er ógvuliga umráðandi, at konufólk taka lut í samfelagskjakinum, politiska orðaskiftinum og gera sína ávirkan galdandi.
- Konufólk eiga at vera við, soleiðis at tær verða valdar í nevndir og ráð. Tað er ógvuliga umráðandi, at kvinnur eru við í samfelagskjakinum. Og ikki minst kvinnur á høgravonginum. Konufólk á høgravonginum gera alt ov lítið vart við seg í heila tikið. Hví so er, veit eg ikki. Eg haldi ikki, at konufólk á borgaraliga vonginum verða vand upp við at tiga. Eg havi altíð torað at sagt mína meining og tikið eina harða diskusjón. Tað er harmiligt, at tær ikki taka lut í ein størri mun, sigur Rúna Sivertsen.
- Einki forðar mær ella øðrum kvinnum at taka lut í politikki, samfelagskjaki ella øðrum. Hvørki umstøður í samfelagnum ella heima. Bara ein sjálvur kann gera av, hvat ein vil og hvussu nógv ein er fúsur at ofra seg.
Samstundis sigur tú, at konufólk eiga at gera upp við seg sjálva, hvat tær vilja, antin karrieru ella familjulív?
- Ja, fyri ein part.
Í tínum lívi er pláss fyri báðum?
- Eg eri ikki talirør fyri meg persónliga, men fyri tann partin av kvinnum, sum noyðast út hvønn dag, tí samfelagið ikki er innrættað til, at tær kunnu verða heima. Eg eri vald av nøkrum veljarum og teir skal eg umboða. Mín meining skal helst spegla teirra meining og øvugt.
Men tað, at tú ert politikari er væl eisini ein karriera?
- Ja, tað er tað. Men skuldi eg sett nøsina upp ímóti at komið heilt upp í toppin, so má eg gera upp við meg sjálva, um tað er tað eg vil, ella um eg vil prioritera mína familju. Og hvat eg hevði gjørt um so varð, er mítt privatmál.
Men hevur tú ikki bæði í løtuni, eina familju og eina karriera?
- Hvør einasti dagur er ein prioritering. Tað er nógv eg ikki fái tikið lut í, tí tað er nógv sum fylgir við at vera løgtingslimur. Hinvegin kann eg ikki loyva mær ikki at vera við, tá ið eg eri vald. Tá eg stillaði upp, hevði eg als ikki roknað við at verðið vald.
Tú hevur valt politikkin kortini?
- Ja, tað havi eg onkusvegna. Tað kom eitt sindur óvart. Eg kundi havt sagt upp undir seinasta val, at nú vildi eg ikki meir. Men tað gjørdi eg ikki. Eg eri bitin av hesum arbeiðinum. Men upp undir næsta val má eg gera upp við meg sjálva, um eg stilli upp aftur. Um tað er tað eg veruliga vil.
Javnstøðulógin eingin trygd
Rúna Sivertsen heldur ikki, at javnstøðulógin tryggjar javnstøðu, ei heldur, at kynskvotering er eitt amboð at fremja javnstøðu.
- Tá ið javnstøða verður kroyst niður yvir kvinnurnar við lóg, er tað ógvuliga niðurgerandi. Kvinnur koma til, tá ið tíðin er búgvin til tess. Tað ynskiligasta er sjálvandi, at kynsbýtið er javnari, men eg havi sjálv royndir av, hvussu trupult tað er at fáa konufólk í nevndir. Ofta bera tær seg undan. Serliga tá ið tað ræður um fiskivinnumál. Kanska hava tær áhuga og evni, men vísa tað ikki. Aðrar vilja ikki átaka sær nevndararbeiði, tí tað gongur út yvir familjuna. Tær vita, at so hava tær minni tíð at hugna heima.
- Í Føroyum hevur kvinnan ongantíð verið kúgað. Tað er hon sum hevur sagt, hvat skápið skal standa.
Er tað ikki at fara í hina veitina, at tosa um kúging?
- Við hvørt hevur man ein varhuga av, at fólk vilja vera við, at konufólk í Føroyum verða kúgað. Eg ivist ikki eina løtu í, at tá ið konufólkini veruliga koma fram - tá ið tær tíma og hava áhuga - gera tær eitt gott arbeiði, sigur Rúna Sivertsen.
Kroyst at fáa sær útbúgving
Rúna setir spurningin, um tað kann hugsast, at ung fólk í dag kenna seg kroyst at fáa sær útbúgving, tí onki annað verður góðtikið.
Mælir tú ungfólki frá at fáa sær útbúgving?
- Als ikki. Eg royni at prædika yvir fyri mínum børnum, hvussu týdningarmikið tað er at fáa sær útbúgving, í minsta lagi ein miðnámsskúla. Hinvegin havi eg upplivað, at ungfólk kenna tað sum eitt press, at tey skulu hava útbúgving. Tað verður als ikki góðtikið, at tey halda tað vera nóg gott at standa á flakavirki. Har kunnu tey eisini fáa sín sosiala tørv nøktaðan.
Er tað ikki ein royndur lutur, at ein er nógv verri fyri í dag uttan eina útbúgving?
- Jú, men man má eisini duga at síggja tað soleiðis, at um tað er onkur, sum helst vil sleppa undan, so er tað eisini í lagi. Tað er umráðandi, at samfelagið hevur fólk, sum eru nøgd við at arbeiða fyri eina vanliga tímaløn. Samfelagið hevur so sanniliga eisini brúk fyri fólki uttan útbúgving. Tað fer altíð at vera soleiðis, at tað vera tey tímaløntu, sum í størstan mun bera samfelagnum uppi, sigur Rúna Sivertsen at enda í viðtali.