Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Göppingen í týsku bundesliguni.
Dysturin í Wonderino høllini endaði við 34-30 sigri til Kiel. Í steðginum var heimaliðið á odda 16-12, og tað eydnaðist at halda munin í seinna hálvleiki.
Við seks málum var Elias toppskjútti hjá Kiel. Elias legði eisini upp til fýra mál (assist).
Kiel er triðfremst í deildini við 20 stigum. Fremst er Magdeburg við 23 stigum.
Týskvøldið klokkan 19.45 spælir Kiel dyst á útivølli móti pólska liðnum, Ostrow Wielkopolski í bólki B í EHF European League.











