Grimsby risti vánaligu byrjanina av sær

Grimsby fekk eitt stig við sær úr Swindon

David Geza Turi var við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Grimsby Town spældi dyst á útivølli móti Swindon Town í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini.

 

Grimsby fekk eina ræðuliga byrjan upp á dystin. Tá bert 13 minuttir vóru leiktir var støðan 2-0 til Swindon. Men Geza og liðfelagarnir fingu skjótt høvdið fyri seg. Longu í 22. minutti minkaði Kieran Green um munin til 2-1, og fýra minuttir undan steðginum javnaði Danny Rose til 2-2 upp á eitt brotsspark. Í seinna hálvleiki var einki mál skotið, og sostatt fingu liðini eitt stig í part.

 

Geza var skiftur út í 76. minutti.

 

Grimsby er nummar nummar níggju í deildini við 26 stigum. Grimsby hevur eitt stig upp til Gillingham, ið er á sjeynda plássinum sum gevur atgongd til uppflytingardystir.

 

Hóskvøldið klokkan 20 hevur Grimsby dyst á heimavølli móti Tranmere Rovers.