Havnarkapping skal vera byrjan til hondbóltsárið

Hondbóltur: Leikandi venjarin hjá H71, Hans Guðmundsson, hevur tikið stig til, at ein sonevnd »Havnarkapping« byrjar í dag og vónandi gerst eitt afturvendandi tiltak. Ætlanin er eisini at skipa fyri eini stórari veitslu, tá hondbóltsárið endar 1. Apríl 1999

Seinastu árini hevur føroyski hondbólturin ikki havt tær stóru avbjóðingarnar. Einki veruligt landsliðsarbeiði hevur verið, og í fjør var VÍF einasta lið, sum royndi seg í altjóða kapping, har teir stóðu seg væl.

Sostatt hava feløgini bert havt landskappingina og steypakappingina at hugsa um, men nú fáa feløgini í Havn so okkurt meir at kappast um.

Í dag byrjar ein sonevnd »havnarkapping«, har tey trý hondbóltsfeløgini í høvuðsstaðnum ? tey eru Kyndil, Neistin og H71 ? luttaka.

Tað er leikandi venjarin hjá H71, íslendingurin Hans Guðmundsson, sum er maðurin aftan fyri hetta tiltakið. Hann sigur, at ætlanin við eini slíkari kapping er at geva liðunum nakað meir at kappast um.

? Hondbólturin í Føroyum upplivdi eina stóra framgongd í fjør, og áskoðararnir, sum hava hildið seg burtur seinastu árini, komu aftur. Nú royna vit at ríða á hesum aldukambinum við at skipa fyri eini tílíkari kapping millum hondbóltsliðini í Havn, sigur Hans Guðmundsson.

H71-venjarin vísir á, at í Íslandi hava teir í nógv ár havt eina líknandi kapping millum feløgini í Reykjavík.

? Kappingin í Íslandi byrjaði sum ein innanhýsis kapping millum liðini í býnum, men hon fekk sera góða undirtøku og vaks skjótt, so nú eitur hon »Reykjavík Open«, har lið úr øllum landinum kunnu vera við.

Hans Guðmundsson heldur, at soleiðis kundi tað eisini verið í Føroyum ? tað kann byrja spakuliga við, at eitt úrvalslið av bygd eisini kemur við í kappingina næsta ár, og seinni kann kappingin so broyta navn til »Tórshavn Open«. At kappingin eisini verður næsta ár og fleiri ár fram, skuldi einki verið í vegin fyri. Café Natúr letur tvey stór ferðasteyp og tvey eitt sindur minni ognarsteyp til vinnandi liðini, og ætlanin er, at ferðasteypið skal standa frammi inni á café?ini saman við mynd av vinnandi liðnum.

? Í Íslandi hevur kappingin »Reykjavík Open« sera stóran áhuga, bæði millum spælarar og áskoðarar, og har eru eisini nógvir pengar komnir við gjøgnum sponsorar o.a., so tað ger hana ikki minni áhugaverda hjá feløgunum,

greiðir Hans Guðmundsson frá. Hann hevur sjálvur fingið hugskotið til at gera eina líknandi kapping í Føroyum og hann heldur eisini, at henda kappingin hevur møguleika fyri at vaksa seg stóra. Ætlanin er í øllum førum, at kappingin skal gerast ein traditionellur partur av hondbóltinum.

? Í ár verður tað eg sjálvur, sum skipi fyri kappingini, men eg haldi tað vera eitt gott hugskot, at vinnandi liðið fær sum uppgávu at skipa fyri árið eftir, sigur Hans Guðmundsson og leggur afturat, at tað ikki stendst so nógv stríð av at skipa fyri eini tílíkari kapping, og at tað tí ikki skuldi verið nakað í vegin fyri, at feløgini átaka sær at skipa fyri komandi árini.


Ætla at skipa

fyri endaveitslu

Ein annar fastur táttur í íslendsku hondbóltskappingini er, at tá kappingin endar, verður skipað fyri stórari veitslu, har allir spælarar, venjarar og onnur eru við. Ætlanin er nú eisini at gera eina sovorðna veitslu í Føroyum.

? Føroyska kappingin endar 1. apríl, og vikuskiftið eftir er ætlanin at skipa fyri eini stórari veitslu, har øll feløgini verða boðin við, sigur Hans Guðmundsson.

? Í fjør høvdu vit eitt slag av hondbóltsveitslu í Café Natúr, og tá var húsið stúgvandi fult av hondbóltsfólki. Um vit hildu eina veruliga veitslu í einum góðum høli, ivist eg ikki í, at har høvdu komið eini 400 fólk, sigur hann.

Á hesi veitsluni er so eisini ætlanin, at ymsir spælarar og venjarar skulu heiðrast. Spælarar og venjarar skulu kjósa ársins málverja, ársins verjuspælara, ársins áleypara, ársins venjara, ársins dómarar, besta spælara sum heild og besta unga spælara umframt at besti málskjúttin eisini skal heiðrast.

Enn hava feløgini kring landið ikki fingið nakað at vita um hesar ætlanirnar, men tað fáa tey nú, og Hans Guðmundsson vónar og roknar eisini við, at tey fara at taka undir við tiltakinum.


Skráin fyri kappingina er henda:

Hósdagin

Kl. 20.00: Kyndil-Neistin, menn

Fríggjadagin

Kl. 20.00: H71-Neistin, menn

Leygardagin

Kl. 16.30: Kyndil-Neistin, kvinnur

Kl. 18.00: Kyndil-H71, menn


Hjá kvinnunum eru bert tvey lið, og tí verður sum vera man bert ein dystur. Hjá monnunum verða tríggir dystir, og vinnarin verður tann, sum fær flest stig. Dystirnir skulu avgerast, og tað verður gjørt á tann hátt, at um tað stendur á jøvnum eftir tvær ferðir 30 minuttir, verður spælt »Sudden Death«, tað merkir, at liðið, sum fyrst fær mál í yvirtíðini, vinnur dystin. Fyrireikararnir halda, at hetta fer at gera tað meira spennnandi og undirhaldandi. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, handar steypini, tá kappingin er liðug leygardagin.