Í seinastuni eru hópin av føroyskum fløgum komnar á marknaðin. Hetta fær óivað nógv at minnast aftur á gamlar dagar, tá ið lítil og eingi krøv vóru sett til tað, ið føroyskir tónleikabólkar og einstaklingar góvu út. Ikki tí, nógv av tí, sum tá kom á marknaðin, er gott, men tað er so sanniliga eisini nógv, sum ikki er gott, fyri at siga tað pent.
Dagligi leiðarin av fløgudeildini hjá 3'aranum í SMS, Høgni Zachariassen, sigur, at í dag ber ikki til hjá føroyskum tónleikarum at koyra eitthvørt út á marknaðin. Keyparin her á landi er blivin nógv kræsnari, og setir hann stór krøv til tað, sum hann skal keypa. "Hetta við, at man keypir føroyskir útgávur av "sympatiorsøkum", er púrasta dottið burtur", sigur Høgni.
Keypa nógv føroyskt
At keyparin er vorðin kræsnari, hevur tíbetur eisini ført við sær, at góðskan á tí føroyska tilfarinum í dag, er munandi betur enn fyrr. Tónleikabólkarnir hava góðtikið krøvini frá keyparunum, og keyparin hevur víst sítt takksemi við at keypa nógvar føroyskar fløgur.
"Føroyskar fløgur selja sum heild rættiliga væl, og tær fløgurnar, sum vit hava selt mest av í ár, eru allar føroyskar," sigur Høgni Zachariassen.
Klárt mest selda fløgan í ár er Pipar & Salt, meðan fløgurnar hjá Moriae og Lenu Andersen liggja og togast um annaðplássið. Aftaná teimum kemur fløgan "myrkursins gongumenn" hjá Jóannesi Jakobsen.
Tað er nakrar heilt fáar útlendskar útgávur, sum eisini selja væl, men tær kunnu ikki hótta tær bestu føroysku.
Strang krøv til fløguhandlarnar
Tað eru ikki bert tónleikararnir, sum hava fingið strang krøv frá føroysku keyparunum.
Høgni Zachariassen, sum hevur starvast í fløguvinnuni í eini fimm ár, sigur, at tað er farin ein týðulig hugburðsbroyting fram hjá føroyingum. Fyrr var tað langt frá altíð so, at fløguhandlarnir í Føroyum høvdu ein fløgu sama dag, sum hon kom á marknaðin á europeiska meginlandinum. Í dag er tað neyðugt hjá 3'aranum at hava ein fløgu beinan vegin, um teir skulu gera sær nakrar vónir um at selja hana.
Haraftrat er tað so, at ungdómurin her á landi nú á døgum hevur ein nógv breiðari "musiksmag", enn hann hevði fyri bert fáum árum síðani, sambært Høgna.
Fyrr var tað vanligani so, at dreingir dámdu best villan rokk, meðan genturnar hildu seg til tann bleytara tónleikin.
Í dag er tað ikki óvanligt, at ungfólk koma inn og keypa eina villa rokk-fløgu og eina við klassiskum tónleiki.
"Fólk hava ein ótrúliga blandaðan tónleikasmag í dag", sigur Høgni Zachariassen. "Av somu orsøk eru vit noydd til at hava eitt størri úrval av fløgum, og haraftrat noyðast vit at fáa nýggjar vørur sendandi fleiri ferðir um vikuna, umframt at vit bíleggja fløgur, sum vit ikki í hava í handlinum, fyri fólk," leggur hann aftrat. Hvat, ið er orsøkin til hetta, er ilt at siga, men tað er helst eingin loyna, at MTV hevur verið við til at broyta hugburðin hjá fólki.
3'arin fær nýggjar fløgur einar tríggjar ferðir um vikuna, sum nú er.