Tá tað snýr seg um teknik og mekanik yvirhøvur, so hava vit av gomlum vana lyndi til at hugsa, at hetta bert er ein verð fyri mannfólk. Fyri fáum árum síðani var tað rættuliga óhugsandi, at eitt konufólk til dømis fór at læra til bilmekanikara ella líknandi. Hendan hugsan er so líðandi broytt, og nú á døgum er tað ikki heilt óvanligt, at gentur og kvinnur fáast við slíkt, sum fyrr var rópt fyri mannfólkaarbeiði.
Í Sjónvarpi Føroya eru tað eini 12-13 fólk, sum fáast við tann tekniska partin av virkseminum hjá stovninum. Av hesum er bert tað eina konufólkið, nevnliga 20 ára gamla Bjørg Mohr úr Fuglafirði. Hon er undir útbúgving til MiðlaTøkniMekanikara, sum tað so fínt eitur. Vanligani verður útbúgvingin bert rópt MTM.
Bjørg byrjaði at læra í SVF tann 1. august í fjør, og tað gongur fitt av tíð, áðrenn hon verður útlærd. MTM útbúgvingin tekur ikki færri enn fýra og eitt hálvt ár, harav meira enn eitt heilt ár er á skúlabonki í Danmark, so unga fuglfjarðagentan hevur meiri enn trý ár eftir at læra í.
Arbeiði
Ein teknikari í sjónvarpinum fæst við mangt ymiskt. Dagligdagurin hjá Bjørg gongur fyrst og fremst við at taka upp myndir, umframt at klippa og redigera hesar upptøkur.
Við Yngd sigur Bjørg hendan fríggjadagin, ið vit hittu hana niðri í Vørðsluni, at henni dámar sera væl arbeiði. Tá hon møtir til arbeiðis um morgunin, veit hon sjáldan, hvat ið hon skal gera um dagin, og er hetta við til at gera dagarnar meiri spennandi enn í kanska einum vanligum skrivstovuarbeiði til dømis.
Bjørg dámar væl at fara út og taka myndir, men hon sigur eisini, at tað til tíðir kann verða drúgv bíðitíð, tá ið tey til dømis eru úti og skulu gera eitt innslag um ein ella annan fund úti í landsstýrinum. Tey noyðast sum oftast at bíða til fundurin er liðugur, áðrenn tey fáa gjørt onkra samrøðu, og hetta kann gott taka langa tíð.
Fuglfjarðagentuni dámar best at taka myndir av børnum, tí sum hon sigur, so eru tey so ósmæðin og lívlig, at tað er lætt at fáa góðar myndir burturúr, og tá er tað eisini hugaligari at verða myndafólk.
Hinvegin eru tað summi fólk, sum av einari ella aðrari orsøk ikki duga so væl framman fyri einum myndatóli, og tá kann tað verða strævið. Nógv eru "nervøs", og tí eru tey ofta rættuliga ófriðarlig á myndunum, ella standa tey og sveitta, og tá má man so bara royna at fáa tey at slappa av.
Ein "typiskur" arbeiðsdagur hjá Bjørg kann til dømis mynda seg soleiðis, at hon tíðliga um morgunin er á fundi, har hon fær at vita, hvørjar uppgávur liggja fyri framman fyri dagin, og hvør skal gera hvat.
Tá ið hon so hevur fingið at vita, hvørjum hon skal út og gera upptøkur saman við, verður hetta lagt til rættis. Til dømis kann tað verða, at Bjørg og ein av journalistunum um middagsleitið skulu út at gera eina samrøðu við onkrar politikkarar. Tá ið myndir og ljóð eru fingin í kassan, verður kósin aftur sett oman í Vørðsluna, har innslagið skal redigerast. Hetta kann lættliga taka drúgv tíð, so tá ið tað er liðugt, er dagurin farin at halla, og Bjørg kann sleppa sær til hús, um ikki hon skal verða við til onkra beinleiðis sending um kvøldið, so sum Dag og Viku ella Gekkin.
Altíð havt áhuga fyri myndum og tekniki
Tað er ikki av ongum, at Bjørg hevur fingið sær yrki í tí tekniska myndaheiminum. Pápi hennara hevur altíð tikið nógvar myndir, og Bjørg hevur á henda hátt eisini fingið áhuga fyri myndum.
Tá ið Bjørg var liðug við 9. flokk, flutti familjan til Danmarkar at búgva. Bjørg hevði ikki hug at fara undir 10. flokk, men vildi heldur sleppa út at arbeiða. Hon søkti starv á einari sjónvarpsstøð, sum nevnist TV-Ishøj, og fekk hon starv har sum teknikari.
Tað ljóðar nakað løgið, at Bjørg hevði ongantíð áður roynt at tikið livandi myndir, men á TV-Ishøj valdu tey hóast alt at geva henni arbeiði og lærdu tey hana upp.
Eftir hetta fór Bjørg undir eina grundútbúgving, sum kallast ITU og tekur tvey ár. Í sambandi við hesa útbúgving skal man í starvslæru, og Bjørg slapp í Sjónvarpi at royna seg tvær reisur.
Ætlanin hjá familjuni var allatíðina at flyta heim aftur til Føroya, og tá ið Bjørg í mai mánaða í fjør fekk møguleikan fyri at sleppa heim í SVF at verða avloysara, valdi hon at taka av. Stutt eftir at hon var komin í sjónvarpið, søkti SVF eftir lærlingum, og tá helt fuglfjarðagenta seg framat, og hon fekk læruplássið.
Tað kann ljóða eitt sindur løgið at fara úr einum føstum starvi sum myndafólk við einari hampuligari løn, og so í læru og fáa lærlingaløn, men Bjørg sigur, at hon vildi ikki bara arbeiða, hon vildi læra alt frá grundina og verða útlærd.
Ein mannfólkaheimur
Sum áðurnevnt, so er tann tekniski heimurin ein rættuligur mannfólkaheimur. Fyrr í greinini umrøddu vit kynsbýtið á teknisku deild í Sjónvarpinum, har Bjørg er einasta konufólki.
Við Yngd sigur Bjørg, at hon trívist væl millum øll mannfólkini, hóast tað til tíðir kann blíva ov nógv av tí góða. Tá er tað gott at kunna rýma til okkurt av hinum konufólkinum í húsinum, sigur fuglfjarðagentan við einum brosi.
"Sjálv havi eg altíð fylgst nógv við mannfólki, so eg eri nokk so von við allan hendan "mandehørmin", sigur myndagentan.
Á skúlanum í Viborg, har MTM-skúlagongdin er, eru tað umleið fjøruti lærlingar á árganginum hjá Bjørg. Konufólkini eru átta í tali.
Verður helst lívsyrki hjá Bjørg
Hóast hon enn bert er 20 ára gomul, so er tað nógv, sum bendir á, at tann tekniski heimurin verður lívsyrki hjá fryntligu fuglfjarðagentuni. Henni dámar arbeiði væl, og hon hevur ilt við at ímynda sær, at hon skal gera nakað annað.
Eftir hvat Sosialurin hevur frætt, so er Bjørg eisini eitt dugnaligt myndafólk, sum journalistarnir eru sera glaðir fyri.
Um ein droymir um at fara í læru sum teknikari, so er best, um man hevur gott tol og eitt gott eyga fyri myndum og ljósi.
Tolið krevst, tí at man mangan skal bíða leingi eftir at sleppa taka upp myndir og eina samrøðu, meðan tað góða eyga sigur seg sjálvt.
Vit á Yngd ynskja Bjørg framhaldandi góða eydnu við læruni, og vit gleða okkum til nógvar góðar myndir frá henni í framtíðini.