Oljan er gull verd fyri Alaska

Tað var tann tíð, tá menn royndu sær eydnuna sum gullgravarar í Alaska. Í dag eitur gullið í Alaska olja, og alt bendir á, at tað er ov mikið til av hesum svarta gullinum. Sosialurin vitjaði saman við 15 øðrum føroyingum sjálva kelduna til allan peningastreymin, Prudhoe Bay í The North Slope

Ekofisk, Oseberg, Gullfaks, Snorre, Scott og Nelson. Hetta eru oljupallar, sum føroyingar hava vitjað seinastu árini - allir sokallaðir offshorepallar í Norðsjónum. Hetta er í høvuðsheitum tað, sum vit hava sett í samband við oljuvinnu. Áhugi okkara fyri frálandavinnuni hevur tí higartil - og tað er eisini rættiliga náttúrligt - snúð sum um næstu grannalond okkara Noreg og Bretland. Føroysk vinnulívsfólk, politikarar, embætisfólk oo. hava hugt at, hvussu oljuvinnan er bygd upp í hesum londum - við tí fyri eygað - at kunna læra av teirra royndum.

Men tað er ikki altíð tú fær eina fullfíggjaða mynd við bara at fara um garðin, har hann er lægstur. Onkuntíð kann tað tæna sakini ?at fara yvir um ánna eftir vatni?, tvs. at leita burtur í fjarskotin lond at útvega sær upplýsingar.

Alaska kann tykjast fullkomiliga fremmant fyri okkum føroyingar og er tað eisini. Men tá hugsað verður um, at her bert búgva 600.000 fólk, og oljuvinnan eftir stuttari tíð er vorðin altavgerandi vinnugreinin, so er tað ikki so burturvið hjá føroyingum at kunna seg við viðurskiftini her og vita, hvørjar samanberingar kunnu gerast. Tí vit kunnu koma í júst somu støðu sum eitt nú upprunafólkini í Alaska, nevniliga at ein ella nakrar fáar risastórar oljukeldur heilt kolvelta okkara samfelag.

Hvat Noregi og Bretlandi viðvíkur, so hevur oljuvinnan har bert havt avmarkaðan týdning og ávirkan, tó at vinnan kortini hevur alstóran týdning. Skulu vit tí fáa eina hóming av, hvussu stóra ávirkan ein veldug oljuvinna kann fáa á eitt lutvíst lítið fólk, tess mentan og umhvørvi - uppá gott og ilt - so er rætt at hyggja aðrar vegir enn bert til Norðsjóvarlondini.

Tað mundi helst eisini vera hetta, sum fólkini í amerikanska oljufelagnum Arco, høvdu í tonkunum, tá farið varð at fyrireika eina heldur óvanliga ferð til Alaska fyri ikki færri enn 16 føroyingum umboðandi ymsar greinar av samfelagnum, og sum nakað nýtt eisini umboðandi mentanarøkið. Tí meðan vitjanir á oljupallum, útgerðarstøðum ol. í Norðsjónum og har um leiðir kanska mest hava snúð seg um teknikk, trygd og fysiskt umhvørvi, so snúði Alaskavitjanin seg meira um menniskju og mentan í einum oljuhøpi. Tó er rætt at gera vart við, at ein komandi oljuvinna í Føroyum fer neyvan at líkjast henni í Alaska, har talan er um risastórar oljukeldur á landi, og har oljan verður flutt gjøgnum eina ófatiliga stóra og dýra oljuleiðing. Hvat tí fysiska umhvørvinum viðvíkur verður ein oljuvinna um okkara leiðir tí helst at minna alt meira um ta vinnu vit í dag kenna frá Norðsjónum og leiðunum vestan fyri Hetland.


Lívgevandi Prudhoe

Fyri at skilja týdningin, ið oljuvinnan hevur havt fyri Alaska og tess íbúgvar er rætt fyrst at seta kikaran á sjálvan kjarnan í øllum tí útviklingi, sum hevur verið seinastu 30 árini orsakað av oljuni, og tað er sjálv hjartapumpan, um ein kann siga tað so, risastóru oljukeldurnar har norðuri í Alaska, í ?The Northern Slope? tey kalla, ?Prudhoe Bay? oljufeltið.

Ríkidømið hjá Alaska stavar í høvuðsheitum frá hesum eina stóra oljuøkinum. Tað eru hesar oljukeldurnar, sum hava verið og framvegis eru orsøkin til, at Alaska telist millum ríkastu statirnar í heimsins ríkasta landi, USA.

Fyri føroyska ferðalagið, sum fór við leiguflogfari úr Anchorage hósdagin 10. september við kós móti ?The North Slope? var tað ein stór uppliving at kunna síggja eitt so stórt oljuøki á landi, nú vit eru von við bert at hava sæð slík á sjónum. Tað sigur heldur ikki so lítið um støddina, at ?Prudhoe Bay? og grannakeldurnar útgera meira enn 20% av allari oljuframleiðsluni í USA í dag - og at keldan, umframt at vera tann størsta í USA, telist millum tær størstu í øllum heiminum. Og fyri at halda okkum til tølini, so eru samlaðu íløgurnar í alt hetta oljufeltið 300 milliardir krónur. Framleiðslan um dagin er uppá nærum 1,5 mill. tunnur.

Oljusøgan hjá Alaska er áleið javngomul við hana hjá Norðsjóvarlondunum. Seint í 50-unum og tíðliga í 60-unum vórðu gjørdar jarðfrøðiligar kanningar í norðuralaska, tí hildið varð, at her vóru møguleikar at finna olju. Undan tí er olja funnin í Cook-fjørðinum har suðuri í Alaska, men har er ikki talan um so stórar goymslur.

Tað var tó ikki fyrr enn í 1968, eftir at oljufeløgini høvdu borað fleiri ?turrar? brunnar, at Arco og tess partnari Humble Oil (í dag Exxon) raktu við risastóra oljufeltið í Prudhoe Bay. Stutt eftir tað kunngjørdi bretska oljufelagið BP, at tað hevði funnið enn eitt risafelt - Kuparuk - í sama økinum. Alt hetta hendi eftir, at oljufeløgini vóru um at missa mótið eftir fleiri miseydnaðar boringar. Júst sum í Norðsjónum, har Phillips, eftir fleiri úrslitaleysar boringar, gjørdi av at royna enn eina seinastu boring, so var eisini í Alaska, har Arco gjørdi av at gera eina seinastu roynd. Tað, sum Ekofisk gjørdist fyri Norðsjóvarlondini, gjørdist Prudhoe Bay fyri Alaska og USA.

Prudhoe Bay oljuøkið er mett at goyma meira enn 26 milliardir tunnur av olju, harav 13 kunnu takast upp við verandi tøknifrøði. Haraftrat eru har stórar nøgdir av gassi. Higartil hevur bert oljan verið tikin upp úr und-irgrundini, men í dag verður arbeitt við at eini ætlan eisini at fáa gassið til høldar.

Fyri at kunna troyta stóru oljugoymslurnar í norðuralaska varð neyðugt við eini ella aðrari flutningsleið til ísfría havn har suðuri í Alaska. Úrslitið av drúgvum kanningum gjørdist ein heilt nýggjur infrastrukturur, tann meira enn 1300 kilometra langa oljuleiðingin ?Trans Alaskan Pipe Line?, ið festir í oljukeldurnar í Prudhoe Bay fyri síðani at ganga tvørtur um hetta risastóra landið og enda í oljuterminalinum í havnabýnum Valdez, stutt frá Anchorage.

Oljuleiðingin er heimsins dýrasta privatfíggjaða verkætlan. Hon kostaði nærum 50 milliardir kr. Arbeiðið uppá leiðingina byrjaði í 1973, og fýra ár seinni rann fyrsta oljan gjøgnum leiðingina til Valdez, har hon síðani er vorðin avskipað serstakliga til vesturstrond USA. Umleið tvey risastór tangaskip uppskipa olju hvønn dag.

Nú framleitt hevur verið frá feltinum í meira enn 20 ár, er eisini farið at minka í goymslunum. Men nýggj tøknifrøði hevur gjørt tað møguligt at fara eftir olju nærhendis og í minni feltum eitt nú til havs stutt frá strondini. Samtíðis verður eisini leitað eftir nýggjum keldum, og útlitini tykjast vera góð at finna meira olju aðra staðni í norðuralaska, hóast ein stórur partur av landnyrðingshorninum av Alaska er vorðin náttúru-friðaður.

Oljufeltini liggja annars í arktiskum tundraøki. Permafrosturin ger, at alt, sum bygt verður, tað verið seg oljuinstallatiónir, rørleiðingar, bygningar ol. má verða gjørt á serstakan hátt. Eingir vegir eru til oljuøkini, tí næstu býirnir liggja so langt burturi. Einasti flutningsvegurin er tí við flogfari. Tí fer alt, sum verður brúkt í oljuøkinum eins og í bygdunum í stórum parti av Alaska, loftvegis.

Oljukeldurnar á ?The North Slope? geva arbeiði til umleið 1500 fólk. Av teimum eru eisini fleiri av upprunafólkunum, ið búgva í bygdum nærhendis. Her er bæði talan um Inupiat eskimoar og indianarar. Menningin av lokalsamfeløgunum er tí nær tengd at oljuvinnuni.

So stórar eru annars goymslurnar av gassi á The Northern Slope, at tað nú verður arbeitt við eini risastórari verkætlan, sum verður mett at kosta einar 100 milliardir kr. Talan er um at byggja eina gassleiðing við síðuna av oljuleiðingini ella útbyggja verandi leiðing og síðani flyta gassið leiðing til Valdez.

Sum er útflytir Alaska hampuligar nøgdir av gassi til Japan. Hetta gassið kemur frá keldunum nærhendis Anchorage. Verður stóra gassprojektið veruleiki, kemur fyrsta North Slope gassið á marknaðinum í fyrsta lagi í ár 2007.


Veitingarvinna

Umframt hesi arbeiðsplássini gevur oljuvinnan eisini arbeiði til túsundtals fólk kring alt Alaska. Her er ikki minst talan um ta vinnuna, sum veitir vørur og tænatur til alt oljuøkið í Prudhoe Bay og annars til alla oljuvinnu í Alaska sum heild.

Henda veitingarvinna er rættiliga unik, tí talan er um fyritøkur, sum eitt nú upprunafólkið sjálvt eigur og stendur fyri. Allir íbúgvar kunnu vera partaeigarar í hesum fyritøkum, hvørs eyðkenni er samstarv og felags útbýti. Fyritøkurnar, sum takast við nærum alt, ið hevur við veiting av vørum og tænastum til orkuvirksemi at gera, koyra heilt eftir handilsligum fortreytum. Við teimum hevur fólkið í Alaska so eisini forðað fyri, at tað t.d. eru fyritøkur í øðrum statum, sum gera sær dælt av menningini í Alaska og harvið vinna ágóðan av hesum virksemi.

Tætta samstarvið og harvið góða stevið millum oljufeløg og lokalsamfeløgini og teirra fyritøkur hevur havt við sær, at tilvildin sleppur ikki at ráða. Alt er væl lagt til rættis, nú vinnan og samfelagið ganga hond í hond.

Hetta merkist ikki minst á teimum sera nágreiniligu og vælskipaðu trygdar- og náttúruverndartiltøkunum, sum síggjast aftur, hvar tú enn ferðast í stóra oljuøkinum í Prudhoe Bay. Hetta er so stórt, at tað fevnir um eina helvt av øllum Føroyum.

Oljufeløgini Arco og BP eru tey, sum hava størsta leiklutin í øllum oljuvirkseminum Alaska. Feløgini hava gjørt sær stóran ómak at laga bæði framleiðslu og útbyggingar, soleiðis at hesi órógva minst møguligt náttúrliga umhvørvið og náttúrulívið í norðuralaska. Her verður ikki minst hugsað um reinsdjórini, tey sokallaðu Karibou-dýrini, sum ferðast á øllum North Slope økinum. Her finnast eisini bjarnir, revar, fulgur og onnur djór við. Her ikki minst hvalur og kópur.

Nú roynt verður at finna nýggjar oljuleiðir verða eisini leitað til havs. Meðan tey innføddu, her serstakliga Inupiat-eskimoar, hava sæð oljuframleiðsluna á landi sum eina Guds gávu, so bera tey tó stórliga ótta fyri, um oljufeløgini fara undir munandi leiting og framleiðslu á sjónum. Hetta av ótta fyri teimum avleiðingum tað kann fáa fyri hvalaveiðuna, sum í túsundtals ár hevur verið kjarnin í mentanini og lívinum í hesum fjarskotna økinum fyri norðan. Kúlubøkan, sum inuittfólkið altíð hevur livað av, gongur júst fram við strondini, og júst har tað kann hugsast, at olja finst í undirgrundini. (Vit fara at venda aftur til eskimoararnar og hvalaveiðu teirra í aðrari grein)


Uppbyggja ídnað

Arco hevur annars funnið væl av olju á landi vestan fyri Prudhoe Bay. Talan er um at byggja upp eitt heilt nýtt oljufelt í Alpineøkinum. Arbeiðið er í gongd við at gera liðug modul at seta upp á feltinum. Hetta verður gjørt á Kenei hálvoynni nærhendis Ancohorage. Tað eru fyritøkurnar, sum m.a. upprunafólkini eiga, ið hava fingið litið upp í hendi at gera allar bygningar og útbúnað til nýggja økið.

Føroyska ferðalagið fekk eisini høvið at síggja arbeiðsplássið, har hesi modulini verða gjørd. Byrjað er heilt á berum á einum grundøki, sum er keypt til endamálið. Annars hava tey als ikki traditiónir fyri at gera slíkt, og tí má sigast, at her verður so brotið upp úr nýggjum, og kann hetta eisini gerast byrjanin til eina nýggja vinnu í Alaska. Longu nú verður eisini roynt at fáa sáttmálar í eitt nú Ruslandi. Talan er um at hava útbúnar handverkarar, her serstakliga sveisarar og síðani at hava dirvi til at fara í gongd og sjálvandi eisini gott fólk at standa fyri. Undir hesi vitjan vóru tað fleiri føroyingar, sum høvdu á munni, at ein komandi oljuvinna í Føroyum átti so avgjørt at havt við sær, at okkara egnu skipasmiðjur og smiðjur annars gjørdu tær komandi installatiónir, ið skulu setast upp - tá og um olja verður funnin.