?Cabarét - Cabarét - 10 ár við Óla P?. Hetta er heldur sjáldsama heitið á einum mentanartiltaki, sum verður framført á nýggjárinum í 1999 - tvs. á gáttini inn til eitt nýtt ártúsund.
Tað er ein arbeiðsbólkur við Gullu Øregaard á odda, sum hevur tikið stig til tiltakið. Hugskotið, sum Gulla hevur fingið, er sprottið úr teimum mongu tekningunum, sum Óli Petersen hevur havt í Tíðindablaðnum Sosialinum seinastu 10 árini.
Gulla Øregaard sigur, at enn hava tey bert sjálvan karmin kláran. Nú verður so farið at fylla hann út, og her verður talan um eina sera spennandi og avbjóðandi uppgávu, sum liggur fyri framman. Hon sær fegin, at allar góðar kreftir hjálpa til, og her eisini hvat fíggingini av leikinum viðvíkur.
Reyði tráðurin í komandi leikinum er vanligi føroyingurin í 90-unum. Gulla Øregaard sigur seg hava fingið íblásturin frá mongu tekningunum hjá Óla Petersen frá nettup hesum 10 ára tíðarskeiðnum, sum hon eisini heldur vera sera áhugavert at líta aftur á. Tí tað vórðu hesi árini, at Føroyar fóru á húsagang, og hetta sást aftur í hvørjum tí einasta heimi. Fólk fluttu av landinum, og mong eru tey, sum enn ikki eru komin heimaftur. Sorgin nívdi og nívir enn. Men hóast kreppan var øgilig og lemjandi, so hevur tað kortini eydnast fólkinum sum heild at koma upp undan aftur.
Hetta heldur Gulla Øregaard eru viðurskifti, sum kunnu vera sera áhugaverd at taka fram í einum leiki, nettup tá vit standa á gáttina til eina nýggja øld og líkasum hyggja aftureftir, hvat hendi í 90-unum, og spyrja okkum sjálvi, hvussu komandi árini fara at verða merkt av nettup tí, sum fór fram seinastu 10 árini av hesi øldini.
Gulla Øregaard heldur tað eisini vera eina stóra avbjóðing hjá listafólki innan fleiri ymsar greinar at sleppa at royna seg í einum felags leiki. Ætlanin er so eisini, at fleiri listagreinar verða við í nýggja tiltakinum, og her kemur ikki minst tónleikurin at hava stóran týdning. Tónaskaldið Knút Olsen hevur játtað at gera nýggja tónleik til nýggjar tekstir og ymisk ljóðføri. Tað verður serliga boð eftir harmoniku og eisini hornorkestri.
Tað er Havnar Sjónleikar-felag, sum stendur fyri tiltakinum. Heðin Morten-sen, formaður í Havnar Sjónleikarfelag heldur tiltakið verða sera spennandi, og hann vónar, at tað verður til nakað, men ásannar, at neyðugt er longu nú at fara út og fáa fígging. Tað er eisini hansara vón, at tað ber til at fáa fígging til eitt slíkt tiltak.
Áskoðari og leikari hittast
Hóast hetta enn bert er í stoypiskeiðini, so er tiltakið kortini við at fáa bein at ganga á. Í hvussu er hava stigtakararnir havt fleiri fundir, har uppgávurnar eru býttar út, og har sett er út í kortið.
Gulla Øregaard sigur, at ætlanin er at gera teatur á ein hátt, har áskoðari og leikari hittast, áðrenn leikur fer fram, og á tann hátt onkursvegna vara av hvørjum øðrum í tí søgu, sum fer at verða søgd frá á palli um seinastu 10 árin í Føroyum.
Søgan verður lýst við støði í myndaheiminum hjá Óla Petersen, listamanni og heldur Gulla Øregaard, sum hevur átikið sær ábyrgdina av tiltakinum, at har er ríkt tilfar at taka av.
-Grefligastu minnini um hesi tíggju árini eru møguliga tey, sum fingu so nógv at flyta frá oyggjunum. Samstundis er eitthvørt hent okkum, sum hevur fingið Palleba og Pallebinu at varnast møguleikar í tíðini, sum í førum mótgangur hevur skapt sigur Gulla Øregaard.
Hon sigur víðari, at tey í leikinum fara at seta spurningar um, hvar vit eru stødd nú, og annars hyggja samfelagið ?eftir í seymunum?, hvat tolir broyting, og hvat vit vilja varðveita, sum hon málber seg.
-Tað skjótt koyrandi nýggja digitala samfelagið eigur møguliga at steðga ferðini, og vit fara at seta okkum sum mál at vera meira menniskju enn maskina leggur Gulla Øregaard aftrat.
Tjald uttan fyri Sjónleikarhúsið
Tiltakið, sum hevur fyrstu sýning 31.12.99 kl. 17 í Sjónleikarhúsinum byrjar við, at áskoðarar og leikarar/tónleikarar skulu dansa saman eitt nýyrkt kvæði ella tátt um nevndu níti árini. Dansurin er ein roynd at lata áskoðarar og leikarar fáa eitt felags upplivilsi í einum tjaldi, sum verður sett við síðuna av Sjónleikarhúsinum til júst hetta endamálið. Hetta sum áminning um okkara serliga kvæðaarv.
Tá ið leikari hevur hitt áskoðara í dansi verður farið til munnbita í forstovuni í Sjónleikarhúsinum, har turr grind, turt spik og køld eplu eru á skránni.
-Nú eru vit vónandi í veitslulag og fara saman inn í tey tíggju árini við sangi, spæli og vónin er , at tað, sum eygað sær og oyrað hoyrir, verður fatað sum ein roynd at halda ein spegil upp fyri seg og kanska eina løtu skilja eitthvørt í okkara tilveru.
Leikarar verða í búnum, sum enn ikki eru gjørdir, men sum ein verkstaður við búnakonum fara undir fyrsta dagin. Búnakonurnar koma at virka í tøttum samstarvi við tey, sum skriva, yrkja og tónseta. Hetta tiltakið er so eisini ein roynd, at listagreinirnar skulu eggja hvørja aðra, samtundis sum ein samanrenning fer fram.
Heitið
Um heitið til leikin ?Cabarét - Cabarét - 10 ár við Óla P? sigur Gulla Øregaard, so bindur tað leikgongdina til tann lættara formin, og er hetta eisini meiningin. Sjálv søgan um níti árini verður søgd gjøgnum upplivingar hjá Palleba og Palliebinu og børnum teirra. Teirra lív ávirkast av ógvusligur broytingunum í samfelagnum, og tað er hetta, sum vit ætla at sýna á palli.
Nýggjar tekningar
Tá hugskotið kom fram var ætlanin at brúka nakrar av tekningunum, sum Óli P longu hevur gjørt. Síðani er fyrireikingarbólkurin komin til, at betur er, um teknarin fær til uppgávu - framvegis við 90-unum í bakspeglinum - at gera 10 nýggjar tekningar, sum leikurin so verður bygdur á. Hesar myndirnar verða so sýndar í forstovuni í Sjónleikarhúsinum, meðan leikurin fer fram. Tær koma so eisini at verða í sjálvum leikritinum.
Fólkini
Hóast enn bert er sett út í kortið, so hava longu fleiri fólk játtað at vera við í tiltakinum. Umframt Óla Petersen, Gullu Øregaard og Knút Olsen, hevur Jenny Petersen, sum hevur arbeitt í Noregi í 10 ár sum yrkisleikstjóri og inspicientur játtað at koma til Føroya og leikstýra uppsetingini. Scenografur verður Edith Dahl Jensen. Jón Thorsteinson og Elin Michelsen verða høvuðsleikarar. Tær, sum skulu gera búnarnar, verða Malan Helgadóttir, Lis Helgadóttir og Malla Nolsøe. Onnur, sum eru við í arbeiðinum, er m.a. Johan Mortensen, sum skal taka sær av rithøvundapartinum.