Sambært brúkara/veljarakanning á Facebook-bólkinum: Fótbóltstjak halda nærum tveir triðingar av føroyingum við Noregi nú komið er til HM-fjórðingsfinalurnar.
Undan fjórðingsfinalunum var spurt hvørjum liði fólk halda við nú. 372 fólk luttóku, og gjørdist lutfalllið hetta í prosentum:
Noreg 65%
Ongland 14%
Argentina 12%
Frakland 5%
Spania 3%
Belgia 1%
Marokko 1%
Sveis 0,3%
Tá vanligar veljarakanningar vera gjørdar plaga umleið 500 fólk at vera við í kanningunum.
HER er skráin fyri HM-fjórðingsfinalurnar. Talan er um føroyskar klokkutíðir:
Hóskvøldið klokkan 21: Frakland-Marokko 2-0 (0-0)
Fríggjakvøldið klokkan 20: Spania-Belgia (Inglewood)
Leygarkvøldið klokkan 22: Noreg-Ongland (Miami)
Sunnumorgun klokkan tvey - um náttina føroyska tíð - Argentina-Sveis (Kansas býur)
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.
##med2##












