Sambært NRK vóru ikki færri enn 135 miðlafólk møtt upp í Fort Lauderdale fyri at hoyra Haaland, Morten Thorsby og Kristian Thorstvedt svara spurningum undan HM-fjórðingsfinaluni móti Onglandi.
– Eg haldi, at tað er fantastiskt. Vanliga merkir slík áhugi, at tú gert okkurt rætt, og at landið eisini ger okkurt rætt, segði Erling Haaland sambært NRK.
Kristian Thorstvedt staðfesti, at alt snýr seg um liðfelagan.
– Tað er eitt øgiligt lív rundan um hann, og øll flyta seg eftir honum. Tað passar mær bara væl, segði hann.
Morten Thorsby hevði ongantíð upplivað nakað líknandi.
– Hetta er størsti tíðindafundurin higartil, haldi eg. Men vit hava sjálvi skapað hesa undirtøkuna við avrikunum á vøllinum, segði hann.
Norsku spælararnir hava fingið stóra undirtøku undir HM, og á sosialum miðlum er Haaland millum mest umrøddu spælararnar. Eisini hevur Google gjørt serligt “vikinga”-påskeegg, so víkingar rógva tvørtur um skíggjan, tá leitað verður eftir navni hansara.
Haaland sigur, at hann roynir at njóta løtuna.
– Mær dámar væl at hava tað stuttligt. Tað er lykilin í gerandisdegnum. Sjálvandi snýr tað seg um at venja væl og vera fokuseraður, men ein skal eisini kunna stuttleika sær og njóta løtuna. Einki varir ævigt, segði norski áleyparin.
Noreg spælir HM-fjórðingsfinalu móti Onglandi í annaðkvøld.











