Fríggjadagin var almenn móttøka á Vest Pack í Vestmanna í samband við, at virkið hevur fingið ISO 9002 góðkenning. Á Vest Pack hava tey leingi arbeitt við at góðskutryggja vørurnar og nú hava tey fingið [...] og framleiðslu av pakkitilfari. P/F Vest Pack varð stovnað í 1994 og tók tá yvir virksemið hjá P/F Tór Plast, sum byrjaði Plastframleiðslu í 1977. Áki Olsen sigur, at krøv verða sett til t.d. flakavirki [...] Áki Olsen, men dylir ikki, at samstundis er nakað av reklamu í góðkenningini. Árlig kanning Tað er Norsk Veritas, sum kannar viðurskiftini í samband við ISO 9002 góðkenningina. Fyrst letur virkið inn skrivligt
Javnaðarflokkurin hevur nú í gott 70 ár virkað fyri, at vit í Føroyum skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð er í hásæti. Hesin arbeið [...] verða loystar úr ríkisfelagsskapinum. Hetta má metast at vera høvuðsniðurstøðan í fundarsamtyktini frá eykalandsfundi floksins í Læraraskúlahøllini leygardagin. Ynskja nýggjan sáttmála Hóast Javnaðarflokkurin [...] . Tí vísir Javnaðarflokkurin á eina nýggja skipan, ið skal grundast í einum altjóðarættarligum sáttmála millum Føroyar og Danmark. Í hesum sáttmála skal staðfestast, at ríkisfelagsskapurin er grundaður
umhvørvi og menning í Rio de Janeiro. Luttakararnir samtyktu m.a. eina verkætlan fyri umhvørvis- og menningararbeiði í 21. øld. Hon varð nevnd Agenda 21, og er eitt umfatandi skjal í 40 pørtum. Í 28. parti stendur [...] hevði sakkunnleika í umsitingini. Farið er av álvara undir vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni. Tunnlar verða boraðir í fjallinum haðani vatnið frá størstu áunum og minstu løkunum í vestara parti av oynni [...] teimum fer í áarløkir og oman í mølirnar, har tey verða skolaði út í havið. Og bert ein lítil partur av súrhoyggjløginum verður nýttur. Hesin løgur er størsti syndarin, tá ið talan er um dálking í áarløkunum
spæla ongantíð í landskappingini á ólavsøku, tí síðst í juli er fótbóltskappingin framvegis í summarfrí. Einki lið í 1. deild er í Sundalagnum, har ein av summarstevnunum, sum telur við í FM kappróðrinum [...] spæla í Runavík móti NSÍ leygardagin 17. juni. Jóansøkan verður í Vági 24. og 25. juni. Hetta vikuskiftið verður farið undir seinnu helvt av landskappingini. Í fyrsta umfarinum skulu vágbingar spæla í Sumba [...] an í ár hevði verið í Vágum, so er sjálvsagt væl hugsandi, at FS Vágar hevði spælt landskappingardyst á heimavølli henda dagin. Hetta kemur ikki upp á tal hesa ferð, tí í ár verður vestanstevnan í Vestmanna
Talvið sum Eyðun vann í sætta umfari, er við í blaðnum í dag. Eyðun fangaði frúgvuna í miðspælinum. Heini Danielsen royndist eisini drúgvur í almenna bólkinum, men eitt stig í trimum teimum síðstu talvunum [...] umførini. Heini vann eitt sera væl spælt talv móti Óla Jacobsen í áttanda umfari. Talvið er við í blaðnum. Eyðun nummar tvey Í opna almenna bólkinum í Keypmannahavnarmeistaraskapinum, ið kallast Aktiv-Alliancen [...] nummar seks við seks stigum. 50 telvarar luttóku í almenna bólkinum Unglingar til Finnlands Norðurlandakappingin í talvi fyri skúlaungdómar verður í Finnlandi í døgunum 24-27. február. Fimm telvarar fara úr
pláturnar, og í seinastu viku fekk løgreglan eina áheitan um at taka pláturnar av 14 bilum, sum ikki eru møttir til sýn. Í tíðindastubba frá løgregluni stendur at lesa, at sjey bilar í Tórshavn, tveir í Klaksvík [...] Klaksvík, ein í Vestmanna, ein í Runavík og tríggir bilar á Tvøroyri standa til at missa pláturnar ein av allarfyrstu døgunum, tá løgreglan aftur hevur hvest sær saksin.
gulleggini«. Tápuligheit og uppgerð út um alt mark vil eg kalla tað. Nú vísir tað seg tíbetur, og Gud havi lov fyri tað, at eitt gløgt høvd í Sandavági bjargaði okkum undan landaskommini. Tí landaskomm kalli [...] Vit skiltu øll, at okkurt var gingið gali í umsitingini, og tað skal sigast, at um tað var fyri at fáa umsitingina at gáa eftir, so kundi onnur vápin verið nýtt, enn at drepa »hønuna sum legði gulleggini« [...] fingið at uppsita, og sum hevur lívbjargað føroyinginum alla okkara tíð her á landi. Tí skjóti eg upp, í fullum álvara, og eg vóni, at avvarðandi politikkarar hoyra ella lesa hetta og gera eftir tí, at Marius
milliónir krónur. Nógv tær flestu eltalvurnar í Føroyum vóru bygdar í Norðragøtu. Men so kom kreppan. Starvsfólkatalið minkaði burtur í einki og sølan reyk í botn. Tískil var neyðugt at finna uppá okkurt [...] landið. Nakrir vóru í Vestmanna og umvældu pumpuskipanini á einum alibáti. Nakrir vóru umborð á einum fiskiskipini í Havn og monteraðu ein generator, og onkur var umborð á einum línubáti í Norðragøtu og arbeiddi [...] síðani El-Talvuvirkið lat upp í kjallaranum hjá Eyðuni Hansen í Norðragøtu. Endamálið var ? sum navnið sigur ? at byggja el-talvur. Fyrst og fremst til føroyska marknaðin. Og í 80-unum gjørdi virkið einki
viðurskiftini á økinum, sum hann úttalar seg um vegna allar kommununar í Føroya kommunufelag«, citat endað. Omanfyri nevnda úttalilsi ber eisini í sær, at tað vera kommununar sjálvar, ið skulu biðja fólk til síni [...] at hetta »øki« er í stórum vøkstri og sæst aftur á landsins fíggjarlóg og teimum kommunalu fíggjarætlanum við alt størri tølum. Á eini og hvørjari fíggjarlóg ella fíggjarætlan er mark fyri hvussu stórur [...] galdandi tá rokkið er á mál í barnaansingarmálinum, er tað at smærri bygdir og býlingar kunnu liggja barntómir, soleiðis at um okkurt barn er heima hjá mammuni so er einki annað barn í grannalagnum at spæla
eigur rættin til vatnið í Sumbiarbergholinum. Vísast kann á, at higartil er vatn ikki útvunnið beinleiðis úr undirgrundini í Føroyum, og í hesum føri snýr tað seg um vatn, sum rennur í bergholið, sum tað almenna [...] Ólavur í Beiti Í viðmerkingunum til uppskotið hjá vinnumálaráðharranum um vatnið í Sumbiarbergholinum, verður greitt frá, at undir arbeiðinum at spreingja tunnilin til Sumbiar kom Landsverkfrøðingurin [...] á sumri í 1988 í rivut og leyst fjall uml. 1700 metrar inni, har tað lak rættiliga nógv vatn - bara úr tí eina staðnum lóku uml. 160 l/sek. Síðan hava verið áheitanir frá bæði kommunum og privatum um