Seinnu árini hevur tað verið vanligt, at landskappingardystir hava verið spældir á summarstevnunum. Soleiðis verður tað eisini í ár.
Fyrsta stevnan verður norðoyarstevna. Hon verður 3. og 4. juni, og KÍ fær vitjan av sumbingum sunnudagin.
Skálafjarðarstevnan, sum teir á Skálafjørðinum kalla tað, ið aðrir nevna Eystanstevnu, verður 17. og 18. juni. Sambært skránni, sum varð býtt út leygardagin, skal B71 spæla í Runavík móti NSÍ leygardagin 17. juni.
Jóansøkan verður í Vági 24. og 25. juni. Hetta vikuskiftið verður farið undir seinnu helvt av landskappingini. Í fyrsta umfarinum skulu vágbingar spæla í Sumba, og tað hevur við sær, at á jóansøku verður grannauppgerð á Vágseiði millum VB og Sumba. Dysturin er settur til at vera sunnudagin 25. juni.
Havnarfeløgini spæla ongantíð í landskappingini á ólavsøku, tí síðst í juli er fótbóltskappingin framvegis í summarfrí. Einki lið í 1. deild er í Sundalagnum, har ein av summarstevnunum, sum telur við í FM kappróðrinum verður hildin.
Um vestanstevnan í ár hevði verið í Vágum, so er sjálvsagt væl hugsandi, at FS Vágar hevði spælt landskappingardyst á heimavølli henda dagin. Hetta kemur ikki upp á tal hesa ferð, tí í ár verður vestanstevnan í Vestmanna 15. og 16. juli.jh