Hetta var so svarið til spurning tygara, citat: »Tí má eg spyrja um hvussu nógv veit J. K. Mørkøre um viðurskiftini á økinum, sum hann úttalar seg um vegna allar kommununar í Føroya kommunufelag«, citat endað.
Omanfyri nevnda úttalilsi ber eisini í sær, at tað vera kommununar sjálvar, ið skulu biðja fólk til síni bansaansingartilboð.
Hvørji fólk verða biðin kunnu bæði tú og eg gita um ? eg giti, at neyvan vera pedagogarnir við sviði soði.
Skuldi lógin ásett, at tað er bert loyvt pedagogum at ansa børnum, so vera tað nógvar bygdir sum framvegis ikki fáa stovnsett barnaansing, tí barnatalið ber ikki eitt pedagogstarv burturav, og at tað heilt einfalt ikki fáast nóg nógvir pedagogar.
Hetta var so tað sum eg sum formaður í kommunufelagnum kom at siga um barnaansingarmálið.
Annars dámar mær væl at skifta orð við fólk við aðrari áskoðan enn eg og at verða sannførdur av skilagóðum fólki havi eg einki ímóti, men at samtala við geylandi fundamentalistar er einki stuttligt.
Børn og barnaansing hevur uppiborið skilagóða viðgerð, serliga eisini tí at hetta »øki« er í stórum vøkstri og sæst aftur á landsins fíggjarlóg og teimum kommunalu fíggjarætlanum við alt størri tølum.
Á eini og hvørjari fíggjarlóg ella fíggjarætlan er mark fyri hvussu stórur ein ávísur partur kann vera, tí postarnir eru mangir. Tak bara studningin til fiskivinnuna, hann mátti trýstast niður, tí tann posturin vaks sum breyð ið gongur.
Í samband við ansing av børnum heima ella úti er so ómetaliga nógv ið kundi verið tikið fram. Tíðirnar broytast, og tíverri ikki altíð til tað betra, hjá børnum ofta beinleiðis til tað vera.
Eitt sum kann gera seg galdandi tá rokkið er á mál í barnaansingarmálinum, er tað at smærri bygdir og býlingar kunnu liggja barntómir, soleiðis at um okkurt barn er heima hjá mammuni so er einki annað barn í grannalagnum at spæla við.
Tá er skjótt at fella á sjónvarpsbarnaansing. Pínligi spurningurin er tá: Hvør barnaansing er betri fyri barni, úti ella heima?
Sanniliga er vandi í hvørjari vælferð og ikki vendist aftur, tí lánið skal gjaldast og bæði pápi og mamma mugu arbeiða.
Jógvan K. Mørkøre










