Javnaðarflokkurin gjørt støðuna upp

Javnaðarflokkurin staðfesti á eykalandsfundi leygardagin, at hann ikki fer at taka undir við ælan samgongunnar um at loysa Føroyar úr ríkisfelagsskapinum

Javnaðarflokkurin vil hava størri Føroyskt sjálvræði, men hann tekur ikki undir við ætlanini hjá samgonguni um at Føroyar verða loystar úr ríkisfelagsskapinum.

Hetta má metast at vera høvuðsniðurstøðan í fundarsamtyktini frá eykalandsfundi floksins í Læraraskúlahøllini leygardagin.


Ynskja nýggjan sáttmála

Hóast Javnaðarflokkurin ikki tekur undir við fullveldisætlan landsstýrisins, ásannar hann kortini, at verandi ríkisrættarliga støðan er ógreið, og at hon ikki nóg væl tryggjar føroyskt sjálvstýri og sjálvsavgerðarrætt.

Tí vísir Javnaðarflokkurin á eina nýggja skipan, ið skal grundast í einum altjóðarættarligum sáttmála millum Føroyar og Danmark.

Í hesum sáttmála skal staðfestast, at ríkisfelagsskapurin er grundaður á sáttmála millum tvær sjálvstøðugar tjóðir, og at hann er galdandi, til annar parturin sigur hann upp.

Staðfestast skal eisini, at tað er Føroya Løgting, sum umboð fyri Føroya fólk, sum er evsta vald á øllum málsøkjum, sum eru yvirtikin.

Hvørji mál, sum skulu kunna yvirtakast og sostætt koma undir fult føroyskt ræði, skal einki mark vera fyri.

Javnaðarflokkurin staðfestir, at besta boðið upp á broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum framvegis er uppskot floksins um eina sjálvstýrislóg. Hetta uppskotið legði Javnaðarflokkurin fram fyri einum ári síðani.


Samgongan vil ikki vikað seg

Sambært fundarsamtyktini frá eykalandsfundinum hevur Javnaðarflokkurin síðani løgtingsvalið arbeitt fyri at finna eina breiða semju í sjálvstýrismálinum. Men nú sigur hann seg noyðast at staðfesta, at samgongan ikki vil vika seg, og tí kann landsfundurin ikki geva tilsøgn um stuðul í fullveldisætlanini.

Javnaðarflokkurin vísir á, at alt bendir á, at einvísa mál samgongunnar verður ein hóttan móti livikorum um vælferð hjá Føroya fólki, samstundis sum uppskot samgongunnar als ikki loysir ógreiða valds- og ábyrgdarbýtið millum Føroyar og Danmark.

? Javnaðarflokkurin hevur nú í gott 70 ár virkað fyri, at vit í Føroyum skapa eitt samhaldsfast samfelag fyri frí og fræls menniskju, har umsorganin fyri felags áhugamálum og vælferð er í hásæti. Hesin arbeiðssetningur ger av, hvussu øll onnur mál verða loyst, eisini ríkisrættarligi spurningurin, ger Javnaðarflokkurin í fundarsamtyktini greitt.