Fyri einum ári síðani bjargaðu teir 1.000 tonsum av mati á Rækjuvirkinum á Oyri. Høvuðseltalvan á frystigoymsluni brendi saman og og í fýra samdøgur arbeiddu allir mans dag og nátt við at projektera, byggja og seta upp eina nýggja el-talvu á Rækjuvirkinum.
Hetta er eitt gott dømi um virksemið á El-Talvuvirkinum í Norðragøtu. Hóast menninir hava ymiska útbúgving og til dagligt røkja ymiskar uppgávur, so kunnu teir í eini knappari vend ganga saman í eitt dynamisk team, sum megnar at loysa stórar og átrokandi uppgávur.
Sum til dømis at byggja eina stóra og krevjandi eltalvu. Ella at gera ein størri umvæling av elektrisku skipanini umborð á einum fiskiskipi, har umráðandi er, at skipið sleppur til fiskiskap sum skjótast.
-Okkara stóri fyrimunur er, at vit eru so fleksiblir. Vit hava ikki tey vanligu fakmørkini, sigur stjórin á El-Talvuvirkinum í Norðragøtu, Eyðun Hansen.
-Allir menninir eru førir fyri at arbeiða við el-talvum. Og tá ein uppgáva sum hon á Rækjuvirkinum stingur seg upp eru boð eftir øllum monnum, sigur hann.
Kreppan kravdi nýhugsan
Tað eru 17 ár síðani El-Talvuvirkið lat upp í kjallaranum hjá Eyðuni Hansen í Norðragøtu. Endamálið var ? sum navnið sigur ? at byggja el-talvur. Fyrst og fremst til føroyska marknaðin.
Og í 80-unum gjørdi virkið einki annað uttan el-talvur.
Byggivirksemið í landinum blómaði og eftirspurningur eftir el-talvunum úr Norðragøtu var stórur til bæði til nýggj skip, virkir og bygningar. Eitt skifti í 80-unum vóru tey eini 17 fólk á virkinum, sum hevði ein umsetning upp á átta milliónir krónur. Nógv tær flestu eltalvurnar í Føroyum vóru bygdar í Norðragøtu.
Men so kom kreppan.
Starvsfólkatalið minkaði burtur í einki og sølan reyk í botn. Tískil var neyðugt at finna uppá okkurt nýtt afturat el-talvunum. Fyritøkan mátti finna sær nýggj bein at standa á.
Fjøltáttað virksemi
Í dag er virksemið á El-Talvuvirkinum næstan líka stórt sum í teimum góðu 80-unum, og starvsfólkatalið er nærum tað sama. Men inntøkurnar koma í stóran mun frá øðrum enn el-talvum.
Afturat sjálvum el-talvuverkstaðnum er komin ein elektromekaniskur verkstaður. Harafturat hevur fyritøkan í dag nógv el-arbeiði umborð á skipunum og dagliga virksemi fer í stóran mun fram utanfyri sjálvt virkið.
Hendan dagin Sosialurin var á vitjan vóru níggju av teimum 16 starvsfólkunum til arbeiðis kring landið. Nakrir vóru í Vestmanna og umvældu pumpuskipanini á einum alibáti. Nakrir vóru umborð á einum fiskiskipini í Havn og monteraðu ein generator, og onkur var umborð á einum línubáti í Norðragøtu og arbeiddi uppá ein generator.
Í dag standa el-talvurnar bert fyri helvtini av umsetninginum hjá El-Talvuvirkinum. Spesialiseringin hevur verið noydd at víkt fyri handilsskapi, tí grundarlag er ikki longur fyri at framleiða eltalvur burturav.
-El-talvurnar eru sera svingandi, og tað er ikki grundarlag fyri somu framleiðslu sum í 80-ununum, tí tað er slett ikki sama byggivirksemi í dag, sigur Eyðun Hansen.
Drúgvar royndir
Sambært Eyðuni Hansen ger El-Talvuvirkið meginpartin av teimum nýggju el-talvunum, sum vera gjørdar til skip, virki og almennar bygningar í Føroyum. Seytjan ára drúgvu royndirnar koma virkinum í Norðagøtu til góðar, tá arbeiði verða boðin út her á landi, sigur stjórin.
-Viðurskiftini í Føroyum eru smá. Teir, sum brúka okkum vita hvat vit standa fyri. Vit hava fingið ein øgiliga stóra ekspertisu at byggja el-talvur, sigur Eyðun Hansen, sum leggur dent á, at El-Talvuvirkið í flestu førum er kappingarført í prísi.
Sambært stjóranum er tað ein stórur fyrimunur, at el-talvurnar verða bygdar í Føroyum. Tað er lættari at koma aftur um aftur við broytingum og tillagingum, tá ið arbeiði er gjørt í landinum.
- Hitt er bara ein kassi, sum kemur úr útlondum. Tað er einki annað, sigur stjórin, sum ásannar, at føroyingar eisini velja føroysku serfrøðina ? júst tí at hon er føroysk.
Eingin útflutningur
Hinvegin er einki sum bendir á, at gøtumenn sjálvir fara út á teir útlendsku marknaðirnar at selja føroysku el-talvurnar.
-Vit dúva fyrst og fremst upp á at røkja tann føroyska marknaðin, sigur Eyðun Hansen, sum sær fleiri forðingar fyri útflutningi.
- Av tí at føroyski marknaðurin er so lítil megna vit ikki at spesialisera okkum so væl, sigur stjórin, og vísir á, at skal El-Talvuvirkið byggja el-talvur til útflutnings, má virki vera ført fyri, at hópframleiða talvur. Og framleiðslan hjá virkinum í Gøtu hevur higartil verið grundað á smáar ordrar og stakar loysnir.
- Vit kundu ivaleyst hópframleitt til útflutnings. Men tað er ikki lætt at koma inn á útlendsku marknaðirnar, tí vit eru í einum øðrum landi enn tann projekterandi. Teir hugsa á sama hátt sum vit: at fyritøkurnar, ið gera arbeiði helst skulu vera lokalar.
Ikki tí.
El-Talvuvirkið hevur útflutt nakað av el-talvur tey 17 árini virkið hevur verið í eldinum. Gøtumenn hava bygt el-talvur fyri eitt virki í Noregi, tá ið norska virkið ikki hevur havt orku at framleitt allar eltalvurnar sjálvt.
-Hetta er einasti mátin at sleppa út á marknaðin. Annars skulu sjálvir í holtur við at byggja upp eina marknaðarføring, og tað kostar nógvar pengar, sigur Eyðun Hansen.
Oljan krevur blástempul
Eltalvuvirkið í Gøtu er farið í holt við at fyrireika seg til eina møguliga oljuvinnu.
Higartil hevur virkið kunna dúva uppá sítt navn í Føroyum. Men hetta verður ikki nógv mikið, um virkið skal gera seg galdandi í eini altjóða oljuvinnu. Tískil arbeiðir virkið fram ímóti, at tað skal vera ISO 9000 góðkent áðrenn hetta árið er umliðið.
Altjóða góðskustemplið er ein avgjørd fortreyt fyri, at kunna at vera við í oljuvinnuni, sigur Eyðun Hansen, stjóri.
-Oljufeløgini seta ISO 9000 sum krav, sigur Eyðun Hansen, stjóri, sum heldur, at virkið í Gøtu skuldi havt góðar fortreytir fyri, at klára seg í oljuvinnuni. Virkið hevur drúgvar royndir frá el-arbeiði umborð á skipum, og hetta skuldi komið virkinum til góðar í eini komandi oljuvinnu, heldur hann.
Eyðun Hansen dugir ikki reiðiliga at siga hvussu framtíðin hjá virkinum í Gøtu fer at laga seg, um oljan kemur. Men hann ivast ikki í, at hon kann gerast ein rimmar avbjóðing fyri føroyskar el-fyritøkur.
Tørvurin hjá oljufeløgunum á el-arbeiði kann gerast so stórur, at tað kanska verður neyðugt at spesialisera seg meira. Eisini er hugsandi, at uppgávur fara at krevja so nógv fakfólk, t.d. elektrikarar, at neyðugt verður við samstarvi millum føroysku fyritøkurnar.
Men hóast gøtumenn fyrireika seg til komandi avbjóðingar, so hava teir eftir øllum at døma ikki fingið dollartekin í eyguni.
Eyðun Hansen sigur bart út, at hann hevur ongar ambitiónir um at gerast stjóri í eini velduga stórari fyritøku.
-Vit hava ikki visjónir um at blíva nógv størri enn vit eru í dag, sigur stjórin.










