Fyrr í dag var føroyingauppgerð í niðara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum.
Í Fælled-høllini í Skanderborg vunnu Rakul Wardum og liðfelagar hennara í Ringkøbing 36-29 á Skanderborg. Í steðginum var støðan javnleikur 18-18.
Rakul bjargaði 10 av 25 málroyndum, og stóð seg munandi betri enn kappingarneytin, Stephanie Andersen sum bjargaði tveimum av 15 málroyndum.
Ringkøbing er fremst í niðara endaspælinum við trimum stigum. Silkeborg-Voel og liðið hjá Maritu Mortensen, HØJ hava tvey stig hvør. EH Aalborg hevur eitt stig, og Skanderborg er aftast við ongum stigi.
Mikudagin klokkan 17.30 spælir Ringkøbing dyst á útivølli móti Silkeborg-Voel. Sama kvøld klokkan 18 hevur HØJ dyst á heimavølli móti EH Aalborg.











