Løgreglan fær javnan boð um at klippa plátur av bilum. Ein orsøk er, tá bilar ikki møta til sýn hjá Bileftirlitinum.
Nú er Bileftirlitið meira javnan farið at heita á løgregluna at taka pláturnar, og í seinastu viku fekk løgreglan eina áheitan um at taka pláturnar av 14 bilum, sum ikki eru møttir til sýn.
Í tíðindastubba frá løgregluni stendur at lesa, at sjey bilar í
Tórshavn, tveir í Klaksvík, ein í Vestmanna, ein í Runavík og tríggir bilar á Tvøroyri standa til at missa pláturnar ein av allarfyrstu døgunum, tá løgreglan aftur hevur hvest sær saksin.