Ólavur í Beiti
Í viðmerkingunum til uppskotið hjá vinnumálaráðharranum um vatnið í Sumbiarbergholinum, verður greitt frá, at undir arbeiðinum at spreingja tunnilin til Sumbiar kom Landsverkfrøðingurin á sumri í 1988 í rivut og leyst fjall uml. 1700 metrar inni, har tað lak rættiliga nógv vatn - bara úr tí eina staðnum lóku uml. 160 l/sek. Síðan hava verið áheitanir frá bæði kommunum og privatum um at fáa rættin til vatnið, sum kom úr tunlinum, men ivi hevur verið um spurningin um, hvør hevði rættin til vatnið, og tískil eisini um, hvør kann veita eitt tílíkt loyvi ? jarðareigararnir ella tað almenna.
? Spurningurin um rættin til vatnið í undirgrundini er ikki einfaldur løgfrøðiliga. Verandi lóggáva fevnir um rættin til omanávatn, og gevur tí ikki svar upp á spurningin um, hvør eigur ella hevur rættin til undirgrundarvatn. Hetta er eisini ein spurningur um, hvat ognarrætturin hjá jarðareigarum fevnir um, og hvussu langt hann røkkur niðureftir - um nakað mark er.
? Hesin spurningur er ikki svaraður ? hvørki í lóggávu, dómsvenju ella løgfrøðiligari teori. Tó hava fleiri rættarlærdir ta uppfatan, at ognarrætturin hjá jarðareigaranum røkkur so langt niður, sum tað higartil kenda vanliga brúkið av ognini hevur kravt.
Gagnnýta tilfeingið
? Uttan at taka støðu til nevnda spurning generelt, verður mett, at tað almenna eigur rættin til vatnið í Sumbiarbergholinum. Vísast kann á, at higartil er vatn ikki útvunnið beinleiðis úr undirgrundini í Føroyum, og í hesum føri snýr tað seg um vatn, sum rennur í bergholið, sum tað almenna hevur latið gjørt, og sum neyvan hevði komið fyri ein dag, um bergholið ikki varð gjørt. Tað verður tí ikki mett, at slík lóg hevði gjørt inntriv í verandi rættindi hjá jarðareigarum.
? Fyri at fáa eina greiða heimild til at geva privatum ella øðrum rætt til at gagnnýta hetta tilfeingið, verður tó mett, at tað er ráðiligast við serligari lóggávu á økinum, soleiðis at landsstýrismaðurin fær eina lógarfesta heimild til hetta. Somuleiðis skal lógin áseta tey atlit, sum skulu takast, tá loyvi verða givin, sigur Finnbogi Arge m.a. í viðmerkingunum til uppskotið.