Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann vil ikki hava ein "nyttuleysan" fund við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Men, enn er endaliga avgerð um ætlaða fundin í Budapest ikki tikin. Tó tykist greitt, at fundurin er settur í eina bíðistøðu.
Spurdur, hví fundurin í Ungarn nú er í bíðistøðu, sigur forsetin, at hann hevur ongan áhuga í einum nyttuleysum fundi, sum hann tók til.
Hetta segði Donald Trump við tíðindafólk í Hvítu Húsunum í dag.
Sambært vælvitandi keldum er hugsandi, at orsøkin til støðuna hjá amerikanska forsetanum er, at russisku krøvini fyri friði eru ov stór.