Ein dystur er í kvøld leiktur í bólki 2 í Faxe Kondi kappingini hjá monnum.
Í høllini á Hálsi í Havn tók Neistin móti Team Klaksvík. Dysturin endaði við stórsigri 31-13 til Neistan. Í steðginum vóru neistamenn á odda 13-5.
Gilli Reginsson var við seks málum toppskjútti hjá Neistanum. Anfinn Signarsson Kallsberg var toppskjútti hjá Team Klaksvík við fýra málum.
Í annaðkvøld klokkan 20 spæla hini bæði liðini, VÍF og H71 í høllini í Vestmanna.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Neistan og Team Klaksvík:
##med2##