Morgunmatur fyri eldri verður í Miðvági í morgin

Tað verður borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, sum fer at bjóða vælkomin, og Pál Weihe fer at greiða frá

 

Mikumorgunin 22. oktober klokkan 10 bjóðar Vága kommuna saman við Eldraráðnum í Vágum til morgunmat í Bygdarhúsinum í Miðvági, har øll eldri eru hjartaliga vælkomin.

 

Tað verður borgarstjórin í Vága kommunu, Bjarni Prior, sum bjóðar vælkomin.

 

- Hetta tiltak er í samband við ABC fyri sálarliga heilsu, sum Pál Weihe gevur okkum eitt innspark um.  Húsaorkestrið á Sýnini stendur fyri felagssanginum.

 

Soleiðis siga tey í Vága kommunu í dag, og her verður lagt soleiðis aftrat:

 

- Eftir at Pál Weihe er komin við sínum innsparki, fer Judofelagið i stuttum at greiða frá ókeypis skeiði í falltrygd, sum verður fyri eldri í fimleikarhøllini á Giljanesi hósdagin hin 23. oktober frá klokkan  15-16.

 

Eftir venjingina í fimleikarhøllini á Giljanesi, verður lítil drekkamunnur og prát við undirvísararnar, og tað er ikki neyðugt at tekna seg til skeiðið.

 

Venda vit aftur til morgunmatin, sum verður Bygdarhúsinum í Miðvági mikumorgunin klokkan 10, verður eisini høvi - um viðrar - at fara út á vøllin at spæla kúluspæl eina løtu.

 

Í Vága Pensjónistafelag siga tey annars um skránna í heyst, at hugnaløta verður í Miðvágs kirkju sunnudagin hin 9. november klokkan 16 við Martini Pollard, organisti og pianisti og Davidi Johannesen, presti. 

 

- Martin fer at hava orgul- og klaverkonsert, og David fer at greiða frá tveimum av sínum sálmum, sum vit eisini fara at syngja. Aftaná verður drekkamunnur í kirkjukjallaranum, har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Í Vága Pensjónistafelag leggja tey aftrat, at ætlanin eisini er at hava okkurt tiltak aftrat í november, og jólaveitsla verður eisini fyri limir mitt í viku 50.

 

- Meira verður at frætta um hesi tiltøk seinni, siga tey í pensjónistafelagnum.