Fýra føroyingar vóru í eldinum í EHF European League í kvøld

Tað letur til, at THW Kiel ger sær ikki dælt av Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í innleiðandi bólkaspælinum

Í kvøld var annað umfarið í bólkaspælinum í EHF European League leikt.

 

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu vann í heimadysti í bólki B stórsigur 34-21 (16-9) á pólska liðnum, Ostrow. Tað letur til, at Elias skal fyribils ikki spæla nakran leiklut í innleiðandi bólkaspælinum hjá Kiel, ið er fremst í bólkinum við fullum stigatali, fýra stigum. Montpellier og Ostrow hava tvey stig hvør, meðan Bern einki stig hevur.

 

Í bólki C vunnu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus á heimavølli 34-30 (21-13) á slovenska liðnum, Grosist Slovan. Jóhan skoraði sjey mál, og var næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Skanderborg-Aarhus hevur eisini fult stigatal, fýra stig fyri tveir dystir. Slovan hevur tvey stig, meðan Granollers og Minaur Baia Mare hava eitt stig hvør. 

 

Í bólki D tapti Fram uttan ein skaddan Dánjal Ragnarsson 29-35 (19-19) fyri norska liðnum, Elverum. Porto er fremst í bólkinum við fýra stigum. Elverum og Kriens hava tvey stig hvør, meðan Fram er aftast við ongum stigi. 

 

Í bólki E taptu Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona á heimavøll tepurt 25-26 (14-18) fyri bundesliga-liðnum, Melsungen. Tróndur var noteraður fyri eitt mál. Melsungen er fremst við fýra stigum. Benfica og Ferancvaros hava tvey stig hvør, meðan Karlskrona er aftast í bólkinum við ongum stigi. 

 

Í bólki G vunnu Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf í ZAG Arena í Hannover stórsigur 40-28 (22-15) á Tatran Presov úr Slovakia. Vilhelm skoraði trý mál. Í sama bólki leiktu Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof á heimavølli javnt 29-29 (12-14) móti danska liðnum, Fredericia. Ísak skoraði fýra mál.

 

Hannover Burgdorf er fremst í bólkinum við fýra stigum. Sävehof hevur tvey stig, meðan Fredericia og Tatran Presov hava eitt stig hvør.