Landsverk skrivar, at loftið í tunlinum og portalurin í Dali eru stoypt. Portalurin Húsavíkarmegin verður liðugur um ársskiftið. Arbeiðið við at vatntryggja tunnillin verður liðugt um nakrar vikur, og el-arbeiðið er byrja.
Vegarbeiðið Húsarvíkarmegin er liðugt, og asfaltarbeiðið í Dali verður liðugt til jóla.
Sum vanligt ruddar, saltar og grevur Landsverk vegin til og úr Dali í vetur. Verður tað kavastormur og ikki koyrandi um Dalsbergið, fer Landsverk at skipa fyri raðkoyring gjøgnum tunnilin. Hetta er ein trygg loysn, sum órógvar arbeiðið í tunlinum minst møguligt. Um veðrið er sera ringt, kann vera nakað av bíðitíð áðrenn Landsverk kemur á staðið. Verður arbeitt inni í tunlinum, ávirkar tað eisini bíðitíðina.
Á fundinum kunnaðu Politiið, Ambulansatænastan og Tórshavnar Sløkkilið um, hvussu tey fara at hjálpa, um ein neyðstøða tekur seg upp og tað ikki ber til at koyra á vegnum gjøgnum Dalsbergið.
##med2##










