Tað er onkur kommuna, sum veitir stuðul til almenn nýggjárshald, og ein av hesum er Sunda kommuna.
- Nýggjárið nærkast, og tí vit minna á, at til ber at søkja um stuðul til fýrverk og annað í sambandi við tykkara hátíðarhald.
Soleiðis siga tey í Sunda kommunu í dag.
- Áhugafeløg, ítróttarfeløg og onnur, ið skipa fyri almennum nýggjárshaldum í kommununi, kunnu søkja um peningaligan stuðul.
Í kommununi vísa tey á, at veitast kunnu upp til 5.000 krónur fyri hvørt nýggjárshald.
- Tú søkir við at skriva teldupost til sunda@sunda.fo, og freistin at søkja er fyri 15. desember 2025, verður lagt aftrat.










