Spenningur í toppi og í botni

Talv: Havnarmenn vunnu stórsigur á næstaftasta liðnum úr Sandavági, og tað viðførir, at øgiliga tætt er nú í botninum. Klaksvíkingar og hvalvíkingar telva níggjunda umfar komandi vikuskifti. Útisetar hava fingið góð úrslit í Danmark.

Carl Eli Nolsøe Samuelsen


Liðini bæði úr Havn og úr Sandavági høvdu bæði nakað serligt at stríðast fyri tá tey um vikuskiftið hittust yvir talvborðini. Havnarmenn ætla sær at vinna føroyameistaraheitið, sum teir seinast vunnu í 1995, meðan sandavágsmenn vilja gera alt fyri ikki at flyta niður í aðru deild.

Úrslitið bleiv 3,5-0,5 til havnarmenn, og tað kunnu teir verða væl nøgdir við.

Hálva stigið sandavágsmenn fingu, fekk Torkil Nielsen móti Carl Eli N. Samuelsen. Talvið vardi bert sekstan leikir, men støðan var rættiliga vill og opin tá teir samdust um javnleikin. Torkil fór í langu borg, meðan hin fór í ta stuttu, og tað viðførir vanliga álopsspæl. Men beint sum kríggið varð á markinum bjóðaði Torkil remis, og Carl Eli takkaði.

Á øðrum borði vann Haldur S. Johansen móti Berhardi Augustinussen. Haldur hevði lítlan fyrimun í byrjanini og sum miðspælið nærkaðist vaks hesin fyrimunur. Haldur fekk snilt ognað sær finnu, og tá Berhard lat rókin hjá sær standa í deyða tímdi hann ikki meir.

Herluf Hansen vann eitt langt og javnt talv móti Gutta Petersen á triðja borði. Talvið varð javnt í miðspælinum, men tá Gutta misti sentrumsfinnu varð hann við undirlutan restina av talvinum. Gutti gavst ikki so, tí leingi helt hann á og tað varð ikki fyrri enn í fimta tíma at Herluf vann.

Martin Poulsen vann heldur lættliga móti Hera Christoffersen á fjórða borði. Heri rokaðist ov nógv við frúnnini og útviklaði ikki fólkið hjá sær, og tað skal ein ikki gera móti Martini.

Úrslitið merkir, at havnarliðið nú er fýra stig frammanfyri klaksvíkingarnar, sum tó hava leikt ein dyst færri. Teir úr Sandavági eru bert hálvt stig framanfyri Toftir, sum er aftasta lið.


Kollfirðingar vunnu aftur

Við Torbjørni og Berhardi Thomsen á odda hava kollfirðingar samlað sær heilt nógv stig saman teir seinastu dystirnar.

Hetta vikuskifti vunnu teir 2,5-1,5 móti botnliðnum av Toftum.

Á fyrsta borði leiktu fyrrverandi føroyameistarnar Torbjørn Thomsen og Jens Kristian Hansen javnleik. Jens Kristian stóð betri og fekk eisini eitt álop á føtur, men Torbjørn, sum oftani fær nógv burturúr ongum, fekk avbýtt tað mesta av fólkinum, og sjálvt um Jens Kristain royndi alt tað hann megnaði, varð javnleikur úrslitið.

Berhard Thomsen vann móti Helga Olsen á øðrum borði. Sera friðarligt løgdu teir út, men tá Helgi fekk eina dupultfinnu, tá slóg Berhard til. Berhard fekk eina frífinnu og hon avgjørdi talvið. Helgi hevði tó møguleikar at svara aftur, men hann varð ov óneyvur.

Hans Kristian Simonsen hevur havt heilt góð úrslit í ár, men móti Wenzeli Højgaard mátti hann lúta. Talvið bleiv ikki áhugavert fyrr enn í miðspælinum, tá satsaði Hans Kristian í javnari støðu, og tað varð ikki rætta valið. Wenzel leikti sikkurt og vann móti endanum trygt. Sigurin hjá Wenzeli varð hansara fyrsti í ár.

Á fjóðra borði gjørdi Jústines Hansen eitt avgerandi mistak móti Karl L. Johannesen og misti ein mann. Tá varð einki annað at gera hjá Jústinesi enn at gevast.

Kollfirðingar eru nú farnir framum hvalvíkingar á triðja plássi, men hava leikt ein dyst meir.


2. deild

Í aðru deild vórðu tveir dystir um vikuskiftið. Toppliðið úr Vestmanna tapti óvæntað 1,5-2,5 móti nærmastu kappingarneytunum, Havnini 2. Men vestmenningar verða ivaleyst aftur at síggja í fremstu deildini komandi ár, tí teir skulu bert hava hálvt stig í síðsta dystinum fyri at vinna deildina, og verður John Rødgaard við, er tað hálva stigið allarhelst tryggja.

Í Klaksvík vunnu klaksvíkingar 2,5-1,5 móti runavíkingum, og tað verða hesi liðini og Havnin 3 sum fara at stríðast undan niðurflyting.


3. deild og Unglingar

Manningin á Havnini 4 hava longu áðrenn síðsta umfar vunnu 3. deild. Tað tryggjaðu teir sær við at vinna 2,5-1,5 móti gøtumonnum. Tillukku við tí, Havnin 4!

Ógjørligt er at siga hvør vinnur hini heiðursmerkini, tí sera tætt er millum liðini. Havnin 5 er eisini við í tí stríðnum eftir at teir vunnu 3-1 á Róki.

Í Unglingadeildini varð avgerandi toppdystur millum Klaksvíkina 1 og Havnina 1. Havnin 1 vann stórsigur 3,5-0,5 og skulu, eins og vestmenningar í aðru deild, bert hava hálvt stig í síðsta dystinum fyri at vinna deildina.

Í Klaksvík hittust eisini Klaksvík 2 og Havnin 2, og hendan dystin vann Havnin 4-0.


Heini Olsen gjørdi bart

Keypmannahavnarmeistaraskapið endaði næst seinasta vikuskiftið, og í ár varð kappingin óvanliga jøvn. Heili seks av teimum tíggju luttakarunum kundu enda á ovasta tindi, og millum teirra vórðu Heini Olsen og John Arni Nilssen úr Føroyum. Tí varð spenningurin øgiligur undan síðsta umfari.

Heini leikti javnleik í síðsta umfarinum og endaði á einum flottum deildum øðrum plássi, meðan John Arni tapti móti vinnaranum av kappingini, Torben Sørensen. Teimum sum Heini deildi annað plássi við vórðu; Ole Jacobsen, trýfaldaður danmarksmeistari, og tann ungi Hendrik El-Kher. John Arni endaði á sætta plássi.

Nevnast skal at John Arni varð darvaður av sjúku tey síðstu umførini, og tað ávirkaði nógv telvingina hjá honum. Hann fekk bert hálvt stig tey síðstu trý umførini.

Heini vann eitt sera væl spælt talv móti Óla Jacobsen í áttanda umfari. Talvið er við í blaðnum.


Eyðun nummar tvey

Í opna almenna bólkinum í Keypmannahavnarmeistaraskapinum, ið kallast Aktiv-Alliancen, fekk Eyðun Nolsøe eitt trygt annað pláss. Hevði Eyðun, eins og Heini, vunnið síðsta umfar so hevði hann verið endaður ovastur, men javnleik mátti Eyðun taka til takkar við, og sostatt enda sum nummar tvey við sjey stigum av níggju møguligum. Talvið sum Eyðun vann í sætta umfari, er við í blaðnum í dag. Eyðun fangaði frúgvuna í miðspælinum.

Heini Danielsen royndist eisini drúgvur í almenna bólkinum, men eitt stig í trimum teimum síðstu talvunum varð ikki nóg mikið til heiðurspláss. Hann endaði sum nummar seks við seks stigum. 50 telvarar luttóku í almenna bólkinum


Unglingar til Finnlands

Norðurlandakappingin í talvi fyri skúlaungdómar verður í Finnlandi í døgunum 24-27. február.

Fimm telvarar fara úr Føroyum. Ingolf Gaard og Rúni Dragaberg, báðir úr Klaksvík, luttaka í bólkinum fyri teimum 17-20 ára gomlu. Martin Poulsen úr Havn og Hans Kristian Simonsen úr Kollafirði luttaka í 15-16 ár bólkinum, meðan Olaf Berg úr Havn luttekur í 13-14 ár bólkinum.

Úr Danmark fara tvey sum umboða Føroyar til Finnlands. Talan er um Anders Nicolajsen sum luttekur í 13-14 ár bólkinum og Miriam F. Olsen sum luttekur í 11-12 ár bólkinum. Bæði hava føroysk foreldur, men búgva í Danmark.

Unglingarnir hava fingið støðuga venjing her heima frá IM John Rødgaard, og við unglingunum til Finnlands fer ferðaleiðari og talvvenjari, og hesin venjarin verður Flóvin Tór Næs.


Flóvin í Danmark

Flóvin Tór Næs hevði eina heldur ringa kapping í lukkaðu IM-kappingini í Dianelund.

Flóvin fekk tvey stig av níggju møguligum, fýra javnleikir og fimm tap. Men ein glotti varð tó tá hann leikti javnleik við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Igors Rauzis, sum gjørdist nummar tvey í kappingini. Hesin Igors hevur nærum 2500 í styrkistali!

Flóvin sigur sjálvur, at einki bar til hjá honum í kappingini.

Tann 4. mars fer Flóvin til Budapest at telva í einari líknandi IM-kapping.

Rógvi W. Rasmussen telvaði í lægri bólki í Dianelund og endaði á jøvnum fyrsta plássi við 4,5 stigum av sjey møguligum. Rógvi fekk ringa byrjan, hevði eitt stig eftir trimum umførum, men telvaði eftir hetta stak væl og deildi at enda fyrsta plássið við trimum øðrum telvarum.